Landsliðsúttøka: Møgulig innrás av útisetum

Í morgin klokkan 10 verður A-landsliðið úttikið og okkurt bendir á, at fleiri útisetar fáa landsliðsboð

Í morgin, mánadagin klokkan 10, verður tíðindafundur á Tórsvølli. Á tíðindafundinum fer Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum at kunngera hópin til venjingardystin móti Danmark, sum verður í Herning mikudagin 7. oktober, og UEFA Nations League dystirnar á heimavølli ímóti Lettlandi og Andorra, sum verða 10. og 13. oktober.

Seinast vóru avboð frá spælarum sum Jóan Símun Edmundsson, Gilla Rólantssyni, Kaj Leo í Bartalsstovu og Rógva Baldvinsson. Millum teir nýggju og meiri óroyndu á landsliðnum vóru Heri H. Mohr, Daniel Johansen, Dan í Soylu, Adrian Justinussen, Heðin Hansen og Jákup B. Andreasen, Meinhard E. Olsen, Gunnar Vatnhamar og til seinast jokarin Andreas Lava Olsen.

Nú eru fleiri av útisetunum, sum góvu avboð tøkir. Jóan Símun Edmundsson skrivaði føroyska fótbóltssøgu í gjár, sum fyrsti føroyingurin í Bundesliguni og endaði við at avgera dystin. Tað er eitt sindur ivasamt, um hann er klárur til at spæla fullar landsdystir, tí knæið er ikki heilt gott enn. Men tá hann spælir við Arminia Bielefeld, so er tað ein møguleiki fyri at hann verður við.

Gilli Rólantsson sat seinast yvir við skaða og koronu. Hann var ikki við í hópinum hjá Brann í kvøld, men er tykist sannlíkt at hann verður úttikin til landsliðið í morgin saman við Ára M. Jónsson, sum avloysir Daniel Johansen, ið helst verður úttikin til U21-landsliðið. Ári M. Jónsson spælir við Sandnes í næstbestu deildini í Norra.

Seinast gav Kaj Leo í Bartalsstovu avboð, tí sóttarhaldsreglugerðin í Íslandi gjørdi, at hann misti fleiri dystir. Nú er landsliðssamlingin yvir eitt longri tíðarskeið, so ein kann gita at gøtumaðurin er aftur í spæl. Seinast gav Rógvi Baldvinsson avboð, um hann er tøkur, so verður hann helst eisini úttikin.

Tað merkir at upp til fimm nýggir spælarar kunnu verða úttiknir í morgin, men tað merkir eisini at onkur skal av. Tað er eitt sindur ilt at ímynda sær at landsliðsvenjarin ger fleiri broytingar enn neyðugt. Tí kunnu Jóan Símun Edmundsson, um tað er ráðiligt hjá honum at spæla, saman við Gilla Rólantsson og Ára M. Jónsson verða góð boð.

Kemur onkur inn, so skal onkur út. Her er eitt boð, at tað er lættast at seta teir spælararnar, sum hava U21-landsliðsaldur av. Her kundi talan verið um Daniel Johansen, Adrian Justinussen og Jákup B. Andreasen. U21-landsliðið skal spæla móti Spania og Montenegro 8. og 13. oktober. Aðrir, sum ikki komu á vøllin í seinastu landsliðssamling, eru Gunnar Vatnhamar, Heðin Hansen og Heri H. Mohr.

Landsliðsúttøkan verður í morgin klokkan 10. FM1 sendir beinleiðis frá tíðindafundinum.