Landsliðsvenjarin fegnast um góð avrik í borðtennis (FM1)

(FM1 á OYL) Hoyr landsliðsvenjarin hjá borðtennislandsliðnum, Simon Fischer taka samanum føroysku avrikini í borðtennis á oyggjaleikunum

Simon Fischer, landsliðsvenjari gevur góð ráð til Rakul og Annu Mikkjalsdøtur (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

Simon Fischer, landsliðsvenjari gevur góð ráð til Rakul og Annu Mikkjalsdøtur (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

##med2##

Aftaná hálvfinaluna hjá Rakul og Annu Mikkjalsdøtur fingu vit orðið á landsliðsvenjarin, Simon Fischer fyri at taka samanum føroysku avrikini í borðtennis á oyggjaleikunum í Gibraltar.

Um hálvfinaluna hjá Rakul og Annu Mikkjalsdøtur sigur Simon Fischer, at tær gjørdu tað framúr væl móti einum sterkum gotlendskum pari, serliga í øðrum og triðja setti, ið bert vóru tapt við 12-14 og 11-13.

Simon Fischar heldur, at oyggjaleikirnir eru eitt gott støðið hjá føroyska borðtennislandsliðnum, og hann kann hyggja aftur á nógv góð avrik hjá føroysku borðtennisspælarunum. Bronsan hjá Rakul og Annu í tvímansleiki kemur sera væl við hjá Simon Fischer. Tað er stuttligari hjá einum landsliðsvenjara at koma aftur av oyggjaleikunum við einum heiðursmerki. 

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Simon Fischer.

##med3##

##ms##

Simon Fischer, landsliðsvenjari gevur góð ráð til Rakul og Annu Mikkjalsdøtur (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

(Samrøða við Simon Fischer)