Nógv avboð til U21-landsliðið

Fleiri leikarar kunnu ikki vera við av ymsum orsøkum

B36-leikarin á myndini, Gestur Bogason Dam, er ein av leikarunum, ið hevur givið avboð til U21-landsdystin

B36-leikarin á myndini, Gestur Bogason Dam, er ein av leikarunum, ið hevur givið avboð til U21-landsdystin

Longu nú er greitt, at fleiri av teimum 26 úttiknu leikarunum ikki fara at luttaka í U21-landsdystinum komandi mikudag ímóti Aserbadjan. Tað staðfestir Bill McLeod Jacobsen, U21-landsliðsvenjari, í samrøðu við in.fo.

 

Tríggir leikarar hava givið avboð vegna skaðar. Teir eru Hørður Askham og Gestur Bogason Dam úr B36 og Rasmus Dan Sørensen úr EB/Streymi. Hørður hevur verið á U21-landsliðnum í nøkur ár, meðan Gestur og Rasmus báðir missa møguleikan at spæla sín fyrsta dyst á føroyska U21-landsliðnum.

 

Harafturat hava suðuroyingarnir báðir, Teitur Olsen úr TB og Heri Kjærbo úr FC Suðuroy, givið avboð vegna persónlig skúla- og arbeiðsviðurskifti.

 

Hetta merkir, at bruttohópurin er komin niður á 21 mans, og tískil er tað bara ein leikari, sum skal veljast frá til endaliga hópin. Hetta er tó treytað av, at Sonni Ragnar Nattestad, A-landsliðsleikari, spælir við komandi mikudag. Tað væntar Bill McLeod Jacobsen, at hann ger, hóast tað ikki er heilt endaligt.

 

Hóast nógvu avboðini hevur Bill framvegis góðar vónir til U21-landsdystin komandi mikudag: - Fleiri av teimum góðu úrslitunum, ið vit hava fingið seinastu árini, eru komin í dystum, har vit eisini hava fingið nógv avboð undan dystinum. Hetta er ein støða, sum vit eru vanir við, sigur Bill McLeod Jacobsen í stuttari viðmerking við in.fo

 

U21-landsliðið spælir venjingardyst í kvøld ímóti Effoliðnum hjá NSÍ, har leikararnir fáa møguleika at vísa, hvør dugur er í teimum, áðrenn hópurin skal skerast niður á 20 mans í morgin. Dysturin verður leiktur á Svangaskarði klokkan 17.30.