Lars og Allan hava líka nógvar sigrar og javnleikir

Um Lars Olsen skal verða søguliga betri enn Allan Simonsen sum føroyskur landsliðsvenjari má hann hava minst ein javnleik seinastu fýra dystirnar

Enn er Lars Olsen ikki betri hagtalsliga enn Allan Simonsen sum landsliðsvenjari, men hann hevur fýra dystir til at yvirhála Allan í sigrum ella javnleikum

Enn er Lars Olsen ikki betri hagtalsliga enn Allan Simonsen sum landsliðsvenjari, men hann hevur fýra dystir til at yvirhála Allan í sigrum ella javnleikum

Tað er næstan púra javnt hagtalsliga millum fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaran, Allan Simonsen sum vandi Føroyar 1994-2001, og Lars Olsen sum hevur fýra dystir eftir sum føroyskur landsliðsvenjari.

Báðir hava vunnið átta sigrar við føroyska landsliðnum, og báðir hava fingið sjey javnleikir við føroyska landsliðnum.

Tá talan er um tap er Allan Simonsen eitt sindur betur enn Lars Olsen, hagtalslliga.

Lars Olsen hevur higartil tapt 38 dystir við føroyska landsliðnum. Allan Simonsen tapti 37 dystir við føroyska landsliðnum. 30 undankappingardystir, tríggjar dystir í norðurlendskari kapping og fýra tap í vinardystum.

Fær Lars Olsen einki stig í EM-undankappingardystunum móti Rumenia og Malta á Tórsvølli, 12. og 15. oktober, og heldur ikki stig móti Noreg og Svøríki á útivølli, 15. og 18. november kemur Allan Simonsen at standa seg betri hagtalsliga í føroysku landsliðssøguni enn Lars Olsen. Tí tá hava Lars og Allan líka nógvar sigrar og javnleikir, men tá hevur Lars fimm tap fleiri enn Allan. 

Allan Simonsen hevði ikki nakað U21 landslið, ið kundi menna komandi landsliðsspælarar tá hann var føroyskur landsliðsvenjari. Lars Olsen hinvegin hevur havt stórt gagn av góðu U21-árgangunum Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham, og seinni Eli Hentze fingu undan. Eitt U18-landslið sum spældi tveir ella tríggjar dystir í einari undankapping á heysti, tað var alt Allan hevði sum nærmasta árgang til A-landsliðið tá hann var føroyskur landsliðsvenjari. 

Men um Lars Olsen fær ein javnleik fyri ikki at tala um ein sigur móti Malta, so er Lars besti føroyski landsliðsvenjari nakrantíð, hagtalsliga.

So Lars Olsen hevur sanniliga nógv at "spæla" fyri seinastu fýra dystirnar sum føroyskur landsliðsvenjari. 

Lars Olsen gjørdist saman við danska landsliðnum evropameistari í 1992. Tað rakk Allan Simonsen ikki, men Allan vann Ballon D´or í 1977, og gjørdist besti spælari í Evropa hetta árið. Tað hevur eingin annar danskur fótbóltsspælari rokkið síðani. 

So er at krossa fingrar og tær fyri, at Lars Olsen skrivar søgu á Tórsvølli í komandi mánað, og fær stig fyri at knógva Allani Simonsen í samlaða roknskapinum sum føroyskur landsliðsvenjari. 

Enn er Lars Olsen ikki betri hagtalsliga enn Allan Simonsen sum landsliðsvenjari, men hann hevur fýra dystir til at yvirhála Allan í sigrum ella javnleikum