Lars Olsen leggur frá sær

Føroyska landsliðið skal hava ein nýggjan venjara

Føroyska landsliðið skal hava ein nýggjan venjara, aftaná at Lars Olsen í átta ár hevur staðið á odda fyri landsliðnum. 

Tað er greitt eftir at Lars Olsen fyri løtu síðan boðaði frá, at hann fer ikki at leingja um sáttmálan við Fótbóltssambandið, ið gongur út við endan av hesi undankappingini. 

Á tíðindafundinum viðgekk hann, at úrslitini hjá landsliðnum hava verið alt annað enn nøktandi síðstu árini.

Hann kom við fráboðanini í samband við tíðindafundin um úttøkuna av landsliðnum til dystirnar móti Rumenia og Malta, ið báðir verða leiktir á heimavølli.

Seinastu dystirnir hjá Lars Olsen sum landsliðsvenjari verða leiktir í november, tá Føroyar skulu møta Norra og Svøríki á útivølli.  


Miðlahúsið er á staðnum og meira kemur um málið um eina løtu.