Lars Olsen: Nú manglar bara málmaðurin

FM1: Alt liðið er sett uttan málmansposturin

Mynd: (Álvur Haraldsen) Lars Olsen, føroyskur landsliðsvenjari

Mynd: (Álvur Haraldsen) Lars Olsen, føroyskur landsliðsvenjari

##med2##

Tíggju av teimum ellivu, sum skulu byrja inni í EM-undankappingardystinum móti Svøríki í morgin, vita longu nú at teir byrja. Tað hevur venjingin givið greiðar ábendingar um. Tað er bara málmansposturin, sum ikki er avgreiddur.

- Vit hava nú havt tvær og eina hálva venjing. Eg má rósa spælarunum fyri nakar góðar venjingar. Eg sigi sum altíð, at spælararnir fáa liðið fyrst at vita, men tit hava gitt eitt lið, sum er á góðari leið, sigur Lars Olsen.

 ##med3##

Tað er bara málmansposturin, sum tykist ikki vera endaliga enn. Gunnar Nielsen er aftur á landsliðnum, men hevur sitið á bonkinum hjá FH síðani hann bleiv skaddur. Teitur M. Gestsson stóð í mál móti Spania og Norra, og gav liðnum eitt nýtt vápn við sínum framúr útspørkum. Triði møguleikin er málverjin hjá KÍ, Kristian Joensen. Hann er í stórformi í løtuni og hevur í summar prógvað, at hann eisini klárar seg í altjóða kapping.

- Vit fara nú at seta okkum saman við málmansvenjaranum, Emeka Andersen, og taka eina avgerð um hvør skal spæla, sigur Lars Olsen.

 ##med4##

Tað sær út til, at liðið verður sum In.fo hevur gitt. Einasta ivamálið er Gilli Rólantsson, sum hevur fingið ein snudd í eygað. Um hann ikki spælir sær út til, at Hørður Askham verður á høgra bakkinum. Allar aðarar loysnir krevja fleiri flytingar á liðnum og tað er heldur óhugsandi.

 ##med5##

Vit gita: Føroyar (4-4-1-1)

Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Alti Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Brandur Hendriksson, Árni Frederiksberg – Hallur Hansson – Jóan Símun Edmundsson

##ms##

Mynd: (Álvur Haraldsen) Lars Olsen, føroyskur landsliðsvenjari

FM1: Samrøða við Lars Olsen

Mynd: (Álvur Haraldsen) Emeka Andersen, hjálparvenjari á landsliðnum