Lars Olsen: Tað er kapping um plássini

FM1: Landsliðsvenjarin sigur eisini, at venjingarnar verða avgerandi fyri hvør byrjar

Mynd: (Álvur Haraldsen) lars Olsen hugleiðir um liðið til dystin móti Svøriki

Mynd: (Álvur Haraldsen) lars Olsen hugleiðir um liðið til dystin móti Svøriki

##med2##

Føroyska A-landsliðið hjá monnum skal hóskvøldið spæla móti Svøríki á Tórsvølli í EM 2020 undankappingini. Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úr at hugsa um, tí tað er kapping um fleiri av plássunum.

- Eg havi eina mynd av hvussu liðið kemur at síggja út, men nú mugu vit fyrst síggja hvussu venjingarnar ganga. Eg kann siga so mikið sum, at vit fara at spæla 4-4-1-1, sigur Lars Olsen.

Sonni Ragnar Nattestad og Odmar Færø eru ikki við vegna skaða, meðan Gunnar Nielsen og Jóan Símun Edmundsson eru tøkir aftur, eftir at teir sótu yvir farna umfar.

 ##med3##

Fyrsta ábendingin til venjingina í dag er, at Rógvi Baldvinsson verður í miðverjuni saman við Atla Gregersen, meðan René Shaki Joensen verður á miðvøllinum saman við Brandi Hendrikssyni. Síðani verður Hallur Hansson frammanfyri.

Lars Olsen hevur leingi hildið fast í Sølva Vatnhamar sum høgra vong, meðan tað hevur verið meiri skiftandi á vinstra vongi. Her eru fyrstu ábendingarnar, at Árni Frederiksberg spælir móti Svøríki.

Vit gita: Føroyar (4-4-1-1)

Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Alti Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Brandur Hendriksson, Árni Frederiksberg – Hallur Hansson – Jóan Símun Edmundsson

##ms##

Mynd: (Álvur Haraldsen) lars Olsen hugleiðir um liðið til dystin móti Svøriki

Samrøða við Lars Olsen