Lars Olsen verður gestur í Fótbóltspanelinum

FM1: Fráfarandi landsliðsvenjarin kemur í studio at taka samanum sína tíð í Føroyum

Í morgin frá klokkan 15 til 18 verður Sportboxin á FM1. Tað er sending í trimum pørtum við hondbólti frá klokkan 15, fótbólti frá klokkan 16 til 17, og eftir tíðindini fer tað at snúgva seg um flogbólt.

Hoyr FM1 við at trýsta HER 

Í Fótbóltspanelinum, sum er frá klokkan 16 til 17, verður ongin minni enn landsliðsvenjarin, Lars Olsen, í studio. Landsliðsvenjarin hevur boðað frá, at hann heldur ikki fram eftir hesa undankappingina.

Komandi tveir landsdystirnir verða teir seinastu í Føroyum fyri Lars Olsen. Seianstu dystirnir verða móti Norra og Svøríki á útivølli. Hetta verður tí sendingin, har FM1 sigur takk fyri við Lars Olsen, sum hevur verið landsliðsvenjari í átta ár.

##med2##

Í Fótbóltspanelinum verður tikið samanum tíðina hjá Lars Olsen saman við høvðuspersóninum sjálvum. Hvussu fekk hann áhuga fyri at verða landsliðsvenjari hjá Føroyum, hvørjar hava verið størstu avbjoðingarnar og hvørjir hava verið bestu og ringastu upplivingarnar við føroyska landsliðnum, verða millum spurningarnar.

Hevur tú hug at luttaka í sendingi við at seta ein spurning ella senda eina heilsu, so er at senda eitt sms inn á 55999 frá klokkan 16 í morgin.

##ms##