Lars Olsen: Vit broyta taktikk

FM1: Landsliðsvenjarin hevur rist í posanum til dystin í kvøld

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen)

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen)

##med2## 

Lars Olsen, føroyskur landsliðsvenjari, hevur boðað frá at føroyska landsliðið fer at broyta taktikk til landsdystin móti Spania í kvøld. Føroyska liðið fer at spæla við trimum í miðverjuni.

- Tað eru taktiskar orsøkir til at vit broyta spælskipan. Spania eru í heimsflokki, tá teir hava bóltin og tí koma vit at standa í verjustøðu meginpartin av dystinum, men vit skulu eisini hótta teir. Tað nyttar ikki at hava ellivu verjuspælarar inni, tí so er skjótt at ein bólturin endar í málinum, sigur Lars Olsen.

 ##med3##

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá EM-landsdystnum millum Spaina og Føroyar, sum verður í kvøld klokkan 19.45.

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen)

Samrøða við Lars Olsen

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jóannes Bjartalíð verður væntandi við frá byrjan í kvøld