Lars skal stjórna kvinnulandsliðnum

Flogbóltur: Lars Engell er settur sum landsliðsvenjari hjá kvinnunum

Flogbóltssamband Føroya hevur sett danan Lars Engell sum landsliðsvenjara hjá kvinnum. Flogbóltssambandið skrivar í tíðindaskrivi, at Lars er væl kendur frá donskum flogbólti, og hevur millum annað vant fleiri føroyska spælarar, sum hava spælt í donsku kappingini. Eitt nú Sofíu Splidt Purkhús, ið varð vald sum ársins spælir í Danmark fyri nøkrum árum síðani.

Lars Engell hevur verið í Føroyum og hugt eftir spælarunum og í sambandi við páskini, kemur hann at hava fleiri venjingar við teimum, sum ikki eru við í FM-finalunum. Spælararnir frá FM-finalunum verða tó við í venjingunum 2. páskadag.

Umleið 40 leikarar hava verið til venjing í bruttotruppinum. Hjálparvenjari verður Kristian Mikkelsen meðan Andreas Zachau verður knýttur at liðnum sum scout / statistikari. Næsta uppgávan hjá A-landsliðnum verður kapping í Luksemborg, har Føroyar er í bólki saman við Skotlandi og Írlandi.