Legendan og sangskrivarin: HB vinnur 2-1 (FM1)

(FM1) Hoyr eina samrøðu við Hera Nolsøe um farnar steypafinalur, landsdystir og vónirnar fyri fyrsta HB-sigrinum í 15 ár í steypafinaluni

FM1/in.fo vitjaðu HB-legenduna og sangskrivaran, Hera Nolsøe til eitt longri upptaktsprát til finaluna um løgmanssteypið

FM1/in.fo vitjaðu HB-legenduna og sangskrivaran, Hera Nolsøe til eitt longri upptaktsprát til finaluna um løgmanssteypið

##med2##

Fríggjadagin fór in.fo/FM1 á gátt hjá HB-legenduni, Hera Nolsøe sum fyri stuttum rundaði tey 70 árini fyri at gera eitt longri upptaktsprát til finaluna um løgmanssteypið millum HB og Víking, ið verður leikt á Tórsvølli í kvøld klokkan 20.

Samrøðan var fyrst um tær mongu steypafinalurnar Heri Nolsøe leikti millum 1968 og 1979, har hann var við til at vinna allar uttan ta einu.

Annar partur snýr seg um vónirnar fyri, at HB kann vinna fyrstu steypafinaluna í 15 ár í kvøld klokkan 20. Har er Heri Nolsøe bjartskygdur, og hann væntar, at HB vinnur 2-1 aftaná longda leiktíð.

Triði partur snýr seg um landsdystirnar Heri Nolsøe spældi í sínari tíð, og um hvussu landsliðið hevur avrikað í nýggjari tíð.

Heri Nolsøe er kendur sangskrivari og lagsmiðjur, og hann slapp eisini at velja tríggjar fótbóltssangir, ið hann hevur gjørt orð og lag til.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra longru samrøðuna við Hera Nolsøe. 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá finaluni um løgmanssteypið á FM1. FM1 sendir upptakt frá klokkan 17 við bæði beinleiðis samrøðum, bandaðum tilfari, og eisini onkrum søguligum og afturlítandi tilfari. Øll kunnu lurta eftir sendingini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

FM1/in.fo vitjaðu HB-legenduna og sangskrivaran, Hera Nolsøe til eitt longri upptaktsprát til finaluna um løgmanssteypið

(Longri samrøða við Hera Nolsøe)