Leikararnir ynskja ikki fleiri slíkar heimadystir

-Tað er ikki optimalt og tað fyllir sjálvandi nógv hjá okkum, sigur Kjartan Johansen, ið ikki ynskir at spæla fleiri heimadystir uttanlands

Landsliðið takkar áskoðarunum fyri stuðulin í Royal Arena - Men vóna ikki at hetta verður neyðugt aftur

Landsliðið takkar áskoðarunum fyri stuðulin í Royal Arena - Men vóna ikki at hetta verður neyðugt aftur

Dysturin Føroyar - Montenegro verður leiktur klokkan 18.30 í kvøld. FM1 sigur beinleiðis frá og hevur undansending frá klokkan 17.30

 

Tá ið føroyska manslandsliðið klokkan 18.30 í kvøld skal spæla ímóti Montenegro, er tað samstundis seinasti heimadysturin í hesi undankappingini.

Meðan føroysku leikararnir fegnast um góðu avrikini og um luttøku í undankapping fyri fyrstu ferð síðani 2011, eru teir eisini púra greiðir á málinum um, at teir vóna ikki at skula spæla sínar heimadystir uttanlands aftur.

Bæði í samrøðum við in.fo, FM1 og aðrar miðlar, leggja leikararnir dent á, at teir ikki ynskja hesa støðuna aftur.

Í samrøðu við FM1 sigur Kjartan Johansen eitt nú, at undankappingin hevur verið merkt av, at hava flutt alt Danmark runt fyri at fáa eitt stað at spæla dystir.

-Tað er ikki optimalt og tað fyllir sjálvandi nógv hjá okkum, hvar vit nú skulu á venjingarlegu áðrenn dystirnar og hvar vit spæla dystirnar, men eg haldi at vit duga væl at fáa tað besta burturúr, og tað fara vit at royna einaferð afturat í Farum, sigur Kjartan Johansen um umstøðurnar.

Kjartan Johansen hevur eisini fyrr sagt sínar hugsanir um málið, og eitt nú í Sosialinum 27. august í fjør, eftir at tað gjørdist greitt, at loyvið ikki kom um at spæla dystirnar í Føroyum, vísti strandingurin á hvussu nógv heimavøllurin hevði at siga, tá ið U21-landsliðið spældi seg til HM.

Í somu grein í Sosialinum segði Rókur Akralíð eisini sína hugsan. Hann og Tróndur Kragesteen hin einasti av núverandi landsliðsleikarum, ið hava roynt at spælt undankapping í Føroyum, og í Sosialinum 27. august minnist Rókur Akralíð hvussu heimavøllurin stuðlaði undir einum framúr avriki ímóti Serbia í januar 2009. Dysturin endaði við ósigri, men serbiska liðið, ið fekk silvur við EM trý ár seinni, var í sjáldsama stórum trupulleikum í høllini á Hálsi.

 

Eftir venjingina í gjár, vísti Rókur Akralíð aftur á týdningin av heimavølli í samrøðu við FM1.

-Spyrt tú meg um eg kundi hugsað mær at spælt dystir í Føroyum frammanfyri føroyskum áskoðarum, so ja. Tað gleði eg meg til at sleppa aftur, sigur Rókur Akralíð og heldur fram:

-Hyggur tú til dømis eftir dystinum ímóti Ukraina tá ið vit tapa við einum, hava vit ikki heimavallarfyrimunin. Men høvdu vit tað, hevði tað sæð stuttligt út, hugleiðir Rókur Akralíð.

 

Á in.fo hava bæði landsliðsvenjarin, Sonni Larsen, og Hallur Danielsen úr Hondbólssambandi Føroya fyrr í dag umrøtt umstøðurnar.

Les samrøðuna við Sonna Larsen við at trýsta HER

Les samrøðuna við Hall Danielsen við at trýsta HER.

 

 

Landsliðið takkar áskoðarunum fyri stuðulin í Royal Arena - Men vóna ikki at hetta verður neyðugt aftur