Leipzig bukaði Tottenham - Fýra Ilicic-mál vóru munurin í Valencia

RB Leipzig og Atalanta eru í fjórðingsfinalunum í Champions League eftir samanlagdar stórsigrar á ávikavst Tottenham og Valencia

Leipzig-liðskiparin, Marcel Zabitser skoraði tvær ferðir, tá ið Leipzig rann Tottenham um koll (Ritzau Scanpix)

Leipzig-liðskiparin, Marcel Zabitser skoraði tvær ferðir, tá ið Leipzig rann Tottenham um koll (Ritzau Scanpix)

RB Leipzig var oman á allan dystin og sendi Tottenham úr ársins Champions League-kapping og vann 3-0, meðan Josip Ilicic skoraði fýra ferðir og sendi Valencia út eftir málveitslu.

RB Leipzig – Tottenham Hotspur 2-0 (4-0 samanlagt)

1-0 Marcel Zabitzer 10’

2-0 Marcel Zabitzer 22’

3-0 Emil Forsberg 87’

Atalanta – Valencia 3-4 (4-8 samanlagt)

0-1 Josip Ilicic (br.) 63’

1- 1Kevin Gameiro 21’

1-2 Josip Ilicic (br) 43’

2-2 Kevin Gameiro 51’

3-2 Ferran Torres 67’

3-3 Josip Ilicic 71’

3-4 Josip Ilicic 82’ 

Tottenham skuldi taka 1-0-leiðsluna hjá RB Leipzig frá fyrra dystinum aftur, tá ið enska liðið vitjaði í Týsklandi í kvøld, men tað gekk einki serligt.

Tí Leipzig legði eitt hart trýst á gestirnar, og longu eftir tíggju minuttir gekk galið hjá Tottenham. Leipzig flutti fitt av fólki fram, og hóast forðað var fyri góðum skoti, eydnaðist tað ikki verjuni at rudda burtur. Leipzig legði bóltin til rættis beint uttanfyri málteigin, har Leipzig-liðskiparin, Marcel Zabitzer kom av miðvøllinum og sendi bóltin flatt ímóti málinum. Tottenham-málverjin, Hugo Lloris fekk handskan á bóltin – sum kortini helt leiðina fram og endaði í netinum. 1-0, og Tottenham tóktist liðugt í ársins kapping.

Og liðugt var í royndu veru eftir góðar tjúgu minuttir.

Tá var ein bóltur sendur oman í høgra borð hjá Tottenham, har Serge Aurier royndi at skalla burtur. Tað eydnaðist stak illa, og bólturin endaði í staðin hjá Leipzig-leikaranum, Angelino, sum fekk góða tíð at senda eitt hart innlegg til fremru stong. Har kom Zabitzer í fullari ferð, og hjá honum eydnaðist væl at skalla bóltin hart í netið til 2-0.

Spenningur um úrslitið kom ongantíð aftur í dystin, men nakað inni í seinna hálvleiki kom dramatikkur kortini. Leipzig-leikarin, Nordi Mukiele, fekk tilvildarliga bóltin hart í andlitið, og tann smeiturin var so harður, at leikarin mátti berast av vøllinum eftir bráðfeingisviðgerð.

Tottenham hótti við at koma til møguleikar viðhvørt, men heilt vandamikið gjørdist tað ongantíð.

Tað gjørdist tað í hinum endanum, tá ið Tottenham-verjan enn einaferð miseydnaðist við at sparka bóltin burtur. Leipzig hevði sum vant nógv fólk frammi við málið, og so endaði bólturin hjá Emil Forsberg, sum júst eftir at vera skiftir inn og fingið liðskiparabandið frá Zabitser, setti bóltin trygt í netið.

Atalanta og Ilicic í málhýri ímóti Valencia

Í Valencia var heimaliðið aftanfyri 4-1 ímóti italska Atalanta eftir fyrsta dystin.

Valencia skuldi vinna minst 3-0, og tað fór eisini at eydnast - Men at steðga Atalanta at skora í ár, er vorðið sum brekka.

Ein tung mótbrekka, ið eisini var púra uttan stuðul, tí dysturin var leiktur uttan áskoðarar orsakað av farsóttini, ið gongur.

Brekkan gjørdist tyngri, tá ið Atalanta-stjørnan, Josip Ilicic, krússaði seg inn í Valencia-brostteigin og var feldur.

Ilicic setti sjálvur brotssparkið í málið, og á kvirra Mestalla-vøllinum kendust Valencia-vónirnar fána.

Kevin Gameiro svaraði kortini aftur og skoraði til 1-1 eftir 20 minuttir, tá ið hann stjól ein bólt, ið Atalanta-verjan ikki fekk ruddað burtur.

Og hetta gjørdist eitt mynstur í dystinum, tí stutt fyri hálvleik setti Ilicic enn eitt brotsspark í netið, og eftir einar tíggju minuttir skallaði Gameiro bóltin í málið, eftir at Atalanta hevði tveitt bóltin burtur í verjuni aftur.

Eftir 66 minuttir fann Valencia vónina aftur, tá ið Ferran Torres lobbaði bóltin upp um málverjan úr fittari fjarstøðu.

Men Ilicic vildi ikki lata hetta standa, og skoraði løturnar eftir til bæði 3-3 og 4-3 til Atalanta við góðum skotum eftir gott samanspæl.

Leipzig-liðskiparin, Marcel Zabitser skoraði tvær ferðir, tá ið Leipzig rann Tottenham um koll (Ritzau Scanpix)