Levi hevur sett heimsmet

Hetta er fyrstu ferð, ein føroyingur luttekur í World Para Athletics Junior Championships

 

13 ára gamli Levi Hanusarson hevur luttikið í 100m "Racerunning" í World Para Athletics Junior Championships. Kappingin er í Nottwil í Sveis, og hetta er fyrsta árið, at Racerunning er umboðað her, og Levi Hanusarson er fyrsti føroyski luttakarin. 

Hann setti heimsmet, men tað er óvist enn, um tað verður góðkent.

- Rekordin fyri 100m U16 var 31,21 (CPISRA). Levi rann við fantastiska flottu tíðini 30,21. Hann hevur sostatt sligið heimsmetið, men vit vita ikki enn, um tað verður góðkent officielt frá hesi kappingini, ljóðar tað úr Sveis.

Levi luttók var einasti RR1 og U17, men rann við U20.

HER sæst eitt videobrot, sum Para Athletics hevur lagt út á Twitter, har Levi Hanusarson hátíðarheldur heimsmetið.

Í dag stóð her, at hann vann gull. Tað gjørdi hann ikki, tí eingin fekk medalju - haldið okkum til góðar.