Liðfelagi hjá Viljormi hevur korona

Vejle Boldklub hevur boðað frá, at ein spælari í hópinum hevur korona, men at hann ikki hevur vant við liðnum

Vejle Boldklub hevur boðað frá, at ein spælari í hópinum hevur korona, men at hann ikki hevur vant við liðnum. Føroyski landsliðsspælarin, Viljormur Davidsen, spælir við Vejle BK, sum liggur ovast í næstbestu deildini.

Eisini í Danmark verður ferð sett á samfelagið aftur. Tað merkir millum annað at spælararnir og feløgini eru farin í gongd við at venja. Nú hevur Vejla BK tó fingið eina stóra avbjóðing, sum tó er steðgað í tilgongdini til at byrja aftur.

- Vit hava í sambandi við fyribyrgjandi tiltøk tíverri funnið útav, at ein spælari er testaður positivur fyri Covid-19, sigur Henrik Tønder, stjóri í Vejle BK.

Spælarin verður ikki nevndur við navnið, men felagið boðar frá at hann ikki hevur vant saman við hópinum. Hetta nú felagið hevur sett fyribyrgjandi mannagongdir í verk.

- Vit kunnu samstundis staðfesta, at mannagongdirnar rigga og at vit fingu hildið spælaranum aftur frá á møtast saman við hinum, sigur Henrik Tønder, stjóri í Vejle BK.

Felagið boðar tó eisini frá, at umtalaði spælarin hevur verið í sama umhvørvi sum tríggir aðrar spælarar í hópinum. Hesir tríggir spælararnir verða nú tiknir til síðis og testaðir. Teir sleppa ikki aftur til venjing fyri enn eitt úrslit fyriliggur.