Liðið er sett: Jóannes Kalsø Danielsen byrjar inni

Tað verða tvær broytingar á føroyska liðnum, sum skal spæla móti Malta í kvøld

Lars Olsen hevur gjørt tvær broytingar á liðnum til dystin móti Malta, í mun til teir fyrstu 11, sum byrjaðu móti Rumenia. Jóannes Kalsø Danielsen fer út í høgru síðu, og Jóan Símun Edmundsson byrjar í álopinum, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum. Tað er júst sum In.fo gitti í gjár.

Í kvøld klokkan 19:45 skal føroyska A-landsliðið við monnum takast við Malta. Undan dystinum hava maltesar 3 stig, sum teir vunnu á heimavølli móti Føroyum í mars mánað, meðan føroyska liðið framvegis hevur sítt fyrsta stig til góðar.

##med2##

Í mun til dystin farna leygardag, tá Føroyar taptu 3-0 fyri Rumenia, hevur landsliðsvenjarin gjørt tvær broytingar í byrjunaruppstillingini til dystin móti Malta.

Jóannes Kalsø Danielsen er nýggjur maður í høgru síðu. Hann avloysir Gilla Rólantsson Sørensen, sum hevur leikbann. Og í álopinum byrjar Jóan Símun Edmundsson í staðin fyri Klæmint Andrasson Olsen.

Føroyska liðið byrjar soleiðis: Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Heini Vatnsdal, Atli Gregersen og Rógvi Baldvinsson. Á føroyska miðvøllinum verða Jóannes Kalsø Danielsen, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson og Viljormur Davidsen. Framrættaðir miðvallarar verða Sølvi Vatnhamar og Jóannes Bjartalíð, og framherji verður Jóan Símun Edmundsson.

 ##med3##

Á bonkinum verða Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Árni Frederiksberg, Adrian Justinussen, Andrias Eriksen, Eli Falkvard Nielsen, Ári Mohr Jónsson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Patrik Johannesen og Klæmint Andrasson Olsen.

##ms##

Mynd: (Álvur Haraldsen) Hetta verður seinasti heimadysturin hjá Lars Olsen og Atla Gregersen