Liðið er sett: Nýggjur maður á høgra bakki

Gilli Rólantsson verður hvørki við í dag ella sunnukvøldið í Spania

Mynd: (Álvur Haraldsen) Hørður Askham fær debut í kvøld

Mynd: (Álvur Haraldsen) Hørður Askham fær debut í kvøld

Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava nú sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Svøríki. Gilli Rólantsson Sørensen verður ikki tøkur til dystin. Í staðin fer Hørður Askham á høgra bakk

Í kvøld klokkan 19:45 verður Tórsvøllur enn einaferð karmur um ein stórdyst. Hesaferð eru tað Føroyar og Svøríki, ið fara á vøllin í undankappingardysti til EM 2020.

Føroyski hópurin hevði fyrstu venjingina mánadagin, og sum heild hava fyrireikingarnar gingið sera væl. Tó er greitt, at Gilli Rólantsson Sørensen ikki verður tøkur, og tvøramaðurin verður heldur ikki við, tá landsliðið fríggjadagin setir kós ímóti Spania.

Venjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava havt seinasta fundin við føroyska liðnum, áðrenn dystin móti Svøríki, og teir hava nú endaliga avgjørt, hvørjir teir fyrstu 11 verða, ið fara á vøllin móti svium.

##med2## 

Gunnar Nielsen verður í mál, og nýggjur maður á høgra bakki fyri Gilla Rólantsson Sørensen verður Hørður Askham. Miðverjar vera Atli Gregersen og Rógvi Baldvinsson, meðan Viljormur Davidsen verður á høgra bakki.

Á miðvøllinum frá byrjan verða Sølvi Vatnhamar, Rene Shaki Joensen, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen og Árni Frederiksberg, og í álopinum verður Jóan Símun Edmundsson.

Eykaspælarar: Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Jóannes Bjartalíð, Andrias Høgnason Eriksen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Patrik Johannesen, Klæmint Andrasson Olsen, Meinhard Egilsson Olsen og Heini Vatnsdal.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Hørður Askham fær debut í kvøld