Liðið er sett: Teitur, Árni og Klæmint byrja

Lars Olsen hevur sett liðið til dystin móti Spania í kvøld

Landsliðsvenjarin hjá monnum, Lars Olsen, hevur saman við hjálparvenjaranum, Jóannesi Jakobsen nú avgjørt, hvørjir byrja á vøllinum móti Spania. Tað er júst sum In.fo hevur gitt seinastu dagarnar.
Les eisini: Vit gita liðið

Teitur M. Gestsson byrjar í málinum, meðan Árni Frederiksberg spælir sín fyrsta A-landsdyst frá byrjan. Í verjuni verða Viljormur Davidsen, Odmar Færø, Atli Gregersen og Gilli Rólantsson Sørensen. Á miðvøllinum verða Árni Frederiksberg, Heini Vatnsdal, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson og Sølvi Vatnhamar. Og í álopinum frá byrjan verður Klæmint Andrasson Olsen.

Bonkur: Karstin Hansen, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Andrias Høgnason Eriksen, Rógvi Baldvinsson, Rene Shaki Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Meinhard Egilsson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen og Jóannes Bjartalíð.

 

FSF.fo skrivar:

Í kvøld klokkan 19:45 hevur føroyska A-landsliðið við monnum eina risastóra uppgávu á skránni, tá Spania kemur á vitjan á Tórsvølli. 

Spania hevur vunnu EM tríggjar ferðir, og HM einaferð. Í undankappingini higartil hevur eisini hilnast væl hjá spaniólum. Teir løgdu fyri við at vinna 2-1 á heimavølli móti Norra, og síðani vunnu teir 2-0 á útivølli móti Malta.

Men føroyska landsliðið hevur mangan staðið seg væl ímóti stórum fótbóltstjóðum, og til dystin í kvøld verður uttan iva einki undantak. Fyrireikingarnar hava gingið væl, og allir mans eru tøkir. Seinasti fundurin hevur verið, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum venjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen senda á vøllin frá byrjan.

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, sum verður fríggjakvøldið klokkan 19.45 á Tórsvølli. Sportboxin, har Fótbóltspanelið er seinna tíman, verður frá klokkan 15 til 17. Síðani verður sent beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 18.

##med2##