Liðið er sett: Tríggjar broytingar

FSF: Jóannes Bjartalíð verður við frá byrjan í kvøld móti Spania

Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, hava nú kunngjørt, hvørjir teir fyrstu 11 verða, sum í kvøld klokkan 20:45 lokala tíð byrja inni í EM-undankappingardystinum móti Spania, sum verður á Estadio El Molinón í Gijón í norðurspania, skrivar FSF.fo.

Tað verður sum In.fo gitti í gjár. Venjararnir hava gjørt tríggjar broytingar í byrjunaruppstillingini, í mun til dystin móti Svøríki farna hósdag.

Út eru farnir Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen og Hørður Askham, og inn eru komnir Jóannes Bjartalíð, Heini Vatnsdal og Klæmint Andrasson Olsen.

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Heini Vatnsdal, Atli Gregersen og Rógvi Baldvinsson. Á miðvøllinum vera Sølvi Vatnhamar, Brandur Olsen, Hallur Hansson og Viljormur Davidsen, og í álopinum vera Jóan Símun Edmundsson, Klæmint Andrasson Olsen og Jóannes Bjartalíð.

Eykaspælarar eru Kristian Joensen, Teitur Matras Gestsson, Andreas Eriksen, Magnus Egilsson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Rene Shaki Joensen, Árni Frederiksberg, Meinhard Olsen og Patrik Johannesen.

Landsdysturin millum Spania og Føroyar byrjar klokkan 19:45. Væntandi verða umleið 22.000 áskoðarar til dystin. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.

Føroyar (3-4-3):

Gunnar Nielsen – Heini Vatnsdal, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson – Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson, Hallur Hansson, Viljormur Davidsen – Jóan Símun Edmundsson, Klæmint A. Olsen, Jóannes Bjartalíð