Liðið er sett: Tvær broytingar

Lars Olsen hevur kunngjørt liðið til dystin í kvøld

Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava sett liðið til dystin móti Norra. Tvær broytingar eru gjørdar, í mun til teir fyrstu ellivu, sum byrjaðu vøllinum móti Spania fríggjadagin. Rógvi Baldvinsson avloysir Heina Vatnsdal, og Rene Shaki Joensen byrjar í staðin fyri Árna Frederiksberg. Hetta var eisini tað, sum In.fo gitti í gjár.

Les eisini: Vit gita liðið 

Føroyska landsliðið til EM-undankappingardystin móti Norra, sum verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19:45, er sett. Og í mun til teir fyrstu ellivu, sum byrjaðu á vøllinum móti Spania farna fríggjadag, hava venjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen gjørt tvær broytingar, skrivar FSF.fo

Teitur Matras Gestsson verður í mál, og í verjuni verða Viljormur Davidsen, Odmar Færø, Atli Gregersen og Gilli Rólantsson Sørensen. Á miðvøllinum verða Rene Shaki Joensen, Rógvi Baldvinsson, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson og Sølvi Vatnhamar. Og i álopinum frá byrjan verður málskjúttin móti spaniólum, Klæmint Andrasson Olsen.

 ##med2##

Bonkur: Karstin Hansen, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Andrias Høgnason Eriksen, Heini Vantsdal, Árni Frederiksberg, Kaj Leo í Bartalsstovu, Meinhard Egilsson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen og Jóannes Bjartalíð.

Undan dystinum er Norra nummar fimm í bólkinum við tveimum stigum. Í fyrsta umfari taptu norðmenn 2-1 á útivølli móti Spania. Síðani spældu teir javnleik 3-3 á heimavølli móti Svøríki, og farna fríggjadag spældu Norra og Rumenia javnleik 2-2 á Ullevaal Stadion í Oslo.

 ##med3##

Dysturin millum Føroyar og Norra verður mánakvøldið klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. Byrjað verður at send av Tórsvølli frá klokkan 18. Millum gestirnar verður norski miðvallarin hjá KÍ, Simen Sandmæl.

##ms##