Liðið hjá Dánjal Paula Mohr lagt seg á odda

Liðið hjá Boga Simonsen beint í hølinum aftaná trý umfør í FM í bridge

Mynd: bridge.fo

Mynd: bridge.fo

Á myndini sæst landsliðið, sum í juni var í Noregi og spældi við í NM kappingini. Aftast frá vinstru Dánjal Pauli Mohr og Dia Jacobsen. Fremst frá vinstru Árni M. Dam, Jákup Hjaltalin, Arne Mikkelsen og Bogi Simonsen.


Tað er ikki av tilvild, at hesi trý pørini hava lagt seg á odda í Butlaranum eftir trý tey fyrstu umførini eru spæld í FM kappingini fyri lið, og at liðini hjá teimum liggja sum nr 1 og nr 2.

 

Við á liðnum hjá Dánjal Paula, sum liggur á fyrsta sæti, eru eisini Per Kallsberg og Jóannes Mouritsen. Jens Midjord og Arnbjørn Sivertsen eru triðja parið á liðnum hjá Boga, sum liggur á øðrum sæti.


Støðan eftir 3. umfar:

1. Dánjal Pauli Mohr 57,56

2. Bogi Simonsen 50,55

3. Finn Ougaard 46,14

4. Danny Danielsen 36,79

5. Óli Holm 32,19

6. Oddmar Danielsen 30,50

7. Allan Dal-Christiansen 26,09

8. Jassarnir 8,83

9. Anna P. Leo Olsen 8,01

10. Hans-Emil Haraldsen 3,34


Tey 3 fremstu pørini í Butlaranum (28 pør tilsamans):


1. Bogi Simonsen - Arne Mikkelsen 18,79 (2)

2. Dánjal Pauli Mohr - Árni M. Dam 18,27 (3)

3. Jákup Hjaltalin - Dia Jacobsen 15,20 (2)

 

 

Mynd: bridge.fo