Liðleiðarin Thom Jakobsen gevst á toppinum (FM1)

(FM1) Hoyr tað sum liðleiðarin, Thom Jakobsen, málverjin, Meinhardt Joensen og áleyparin, Páll A. Klettskarð søgdu í sendingini "Gullradio" á FM1

Thom Jakobsen, Meinhardt Joensen og Páll A. Klettskarð við FM-steypinum (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

Thom Jakobsen, Meinhardt Joensen og Páll A. Klettskarð við FM-steypinum (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

##med2##

Gullradioreportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig fekk samrøðu við tríggjar mans frá hópinum hjá KÍ í KÍ-høllini seinnapartin.

Talan var um Páll A. Klettskarð, ið skifti fótbóltstilveruna í italsku fimtu deild um við eitt FM-vinnandi lið, eykamálverjan, Meinhardt Joensen sum slapp at verja málið nakrar dystir í ár, og so væl kendi liðleiðarin hjá KÍ gjøgnum eina fjórðingsøld, Thom Jakobsen.

Lurtararnir hjá FM1 úr Norðoyggjum vóru ikki seinir at senda inn spurningar og heilsur til Thom, ið er nógv virðismettur sum liðleiðari hjá KÍ. Hetta undirstrikaðu Meinhardt og Páll eisini.

Thom er ovurfegin um upplivingina hann hevði í Gundadali í Havn leygardagin, men mest glaður er hann fyri løtuna sunnudagin tá allur hópurin hjá KÍ kom á gátt hjá honum. Tað er ein løta hann virðismetir nógv. Thom var ikki eina løtu í iva um, at KÍ fór at vinna greitt á B36.

Men Thom ætlar at gevast á toppinum. Hetta var hansara seinasta tak sum liðleiðari hjá besta mansliðnum hjá KÍ. Hann fer at taka eina hond í hjá KÍ, men tað verður í onkrum øðrum leikluti.

Meinhardt heldur fyri, at B36 blivu kløkkir tá teir komu tíðliga inn á heimavøllin hjá sær og sóu túsundtals KÍ-viðhaldsfólk í bláum klæðum.

Páll Klettskarð fortaldi, at hann enn ikki hevur skrivað undir ein sáttmála við KÍ til komandi kappingarár.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Thom Jacobsen, Páll A. Klettskarð og Meinhardt Joensen. 

Thom Jakobsen, Meinhardt Joensen og Páll A. Klettskarð við FM-steypinum (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

(Gullradio-samrøðan hjá Peturi Asbjørn Lervig við Thom Jakobsen, Meinhardt Joensen og Páll A. Klettskarð)