Liðskiparin farin niður í hálva løn

Liðskiparin hjá Birmingham ger sítt fyri at felagið skal klára seg ígjøgnum truplu tíðirnar.

Birmingham, sum spælir í næstbestu ensku deildini, The Championship, hevur spurt allar sínar leikarar, sum tjena meira enn 6.000 pund (umleið 48.000 krónur) um vikuna, um teir kunnu fara niður í hálva løn komandi fýra mánaðirnar.

Orsøkin er, at felagið roknar við fíggjarliga truplum tíðum komandi mánaðirnar nú enskur fótbóltur liggur stillur meðan Korona-smittan herjar.

Tann fyrsti og higartil einasti Birmingham-leikarin, sum alment hevur sagt, at hann sjálvboðin er farin niður í løn, er sjálvi liðskiparin, Harlee Dean.

- Vit eru blivnir spurdir, og eg tosaði við eigaran nakrar ferðir í gjár. Hetta er ikki ein felags avgerð, men ein persónlig avgerð, sigur Harlee Dean í sendingini White and Sawyer hjá Talksport.

Birmingham-liðskiparin sigur seg eisini virða, um liðfelagarnir ikki velja at gera tað sama.

- Nøkur fólk kunnu hjálpa, og nøkur kunnu ikki. Hatta er natúran hjá djórunum, sigur hann.

- Persónliga havi eg valt at hjálpa tí at eg kann og tí at eg haldi vit eiga at gera tað. Hetta er fyri at geva felagnum eitt sindur av stabiliteti meðan vit eru í óvissum tíðum við Korona-smittu og ongum fótbóltsdystum, sigur Harlee Dean.

Harlee Deen er 28 ára gamal og hevur síðani 2017 spælt við Birmingham, sum í løtuni er á 16. plássi í The Championship.