Liðskiparin: Kanska týdningarmiklasti dysturin eg komi at spæla (FM1)

(FM1 í Dublin) Hoyr hvat liðskiparin hjá KÍ, Jákup B. Andreasen segði í samrøðu við reportaran hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig

Jákup Biskopstø Andreasen er liðskipari hjá KÍ (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

Jákup Biskopstø Andreasen er liðskipari hjá KÍ (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

##med2##

Seinasta samrøðan reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi úr Dublin í dag var við liðskiparan hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen.

Jákup Biskopstø Andreasen staðfestir, at Europa League Play Off dysturin móti Dundalk FC á Aviva leikvøllinum í Dublin í annaðkvøld klokkan 19.30 kanska verður tann týdningarmiklasti dysturin hann kemur at spæla fyri KÍ.

Eisini liðskiparin staðfestir, at KÍ hevur ein ótrúliga væl fyrireikaðan høvuðsvenjara í Mikkjali Thomassen.

- Mikkjal er ótrúliga væl fyrireikaður, men hann dugir væl at gera tað einfalt fyri okkum spælararnar, greiðir Jákup Biskopstø Andreasen frá.

Jákup slær fast, at hann er á túrinum í Írlandi tann greiði KÍ-meistarin í "Uno". Higartil er hann ósigraður. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jákup Biskopstø Andreasen á gistingarhúsinum í Dublin. 

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Byrjað verður at senda klokkan 18.30. Longu klokkan 15 til 17 verður ein upptakssending við Tróndi Arge og Hera Simonsen. 

ØLL kunnu hoyra FM1 HER

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Páll A. Klettskarð. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jóannes Kalsø Danielsen.

Jákup Biskopstø Andreasen er liðskipari hjá KÍ (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

(Samrøða úr Dublin: Jákup Biskopstø Andreasen)