Lítil føroysk spælitíð í bestu norsku deildini í kvøld

Brann Bergen vann tryggan sigur á útivølli, og Kristiansund fekk javnleik á útivølli. Føroyingarnir sluppu á vøllin í seinna hálvleiki

Meinhard Olsen fekk 24 minuttir á vøllinum móti Vaalerenga á útivølli í dag. Dysturin endaði við javnleiki 1-1.

Meinhard Olsen fekk 24 minuttir á vøllinum móti Vaalerenga á útivølli í dag. Dysturin endaði við javnleiki 1-1.

Fyri føroyingafeløgini, Brann Bergen og Kristiansund var tað ein góðkendur dagur í norsku tippiliguni í dag. Men tá talan var um føroyska spælitíð var talan um ein slakari dag.

Brann Bergen vann trygt 3-0. Gilli Rólantsson fekk av øllum spælitíð í dag, men hann kom ikki á vøllin fyrrenn sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

Ranheim – Brann Bergen 0-3 (0-2)
0-1: Daouda Bamba (19.)
0-2: Vito Wormgoor (45. br.)
0-3: Gilbert Koomson (90.)

Meinhard Egilsson Olsen fekk góðar 24 minuttir á vøllinum tá lið hansara , Kristiansund fekk javnleik 1-1 á útivølli móti Vaalerenga. Sean McDermott í málinum hjá Kristiansund fær heiðurin í norskum miðlum fyri, at Kristiansund slapp úr Oslo við einum stigi.

Vaalerenga - Kristiansund 1-1 (0-1)

0-1: Bent Sormo (8.)

1-1: Matthias Vilhjálmsson (76.)

Fyrr í vikuni spældi Kristiansund ein rimmar venjingardyst móti Manchester United á Ullevaal leikvøllinum í Oslo. United vann tepurt 1-0.

Komandi sunnudag tekur Kristiansund móti Odd Grenland á heimavølli. Brann spælir ikki aftur fyrrenn sunnudagin 18. august í tippiliguni. Tá spælir Brann á útivølli móti Mjøndalen.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum hjá Brann Bergen.

1.Molde17 dystir113339:1636 stig
2.Odd16102424:1832
3.Bodø/Glimt1492333:2329
4.Brann Bergen1785422:1629
5.Vaalerenga1574429:1925
6.Rosenborg1674521:1925
7.Kristiansund1564518:1622
8.Haugesund1656525:1921
9.Viking1554620:2519
10.Lillestrøm1653819:2618
11.Mjøndalen1638522:2617
12.Tromsø1652917:3017
13.Stabæk1644815:2216
14.Ranheim1643917:2915
15.Sarpsborg 081628617:2214
16.Strømsgodset1524915:2710

 

      

Meinhard Olsen fekk 24 minuttir á vøllinum móti Vaalerenga á útivølli í dag. Dysturin endaði við javnleiki 1-1.