Lív F. Arge: Fleiri burdu spælt uttanlands

- Eingin spælari kom yvir og tók í hondina á mær, tá eg møtti til fyrstu venjingina. Eg kendi meg tí ikki serliga vælkomna, fortelur Lív F. Arge um lívið í donksum toppfótbólti

Mynd: (FC Nordsjælland) Ásla Johannesen og Lív F. Arge

Mynd: (FC Nordsjælland) Ásla Johannesen og Lív F. Arge

Verjuskansin á føroyska landsliðnum, Lív Finnbogadóttir Arge Poulsen, er uppvaksin í HB, men seinastu trý árini hevur hon roynt seg í donskum fótbólti. Hesi árini hava lært hana nógv, og royndirnar koma henni tilgóðar, tá hon skal umboða Føroyar ímóti sterkum tjóðum, tí í Danmark venur og spælir hon á væl hægri stigi enn í Føroyum. Tað sigur hon í samrøðu við dystarblaðið hjá Fótbóltssambandinum í samband við EM-landsdystin móti Wales í dag.

- Í Føroyum upplivdi eg, at nógvir spælarar vóru har, tí tær ynsktu at vera partur av sosiala felagsskapinum. Tað er í lagi, haldi eg, men sum landsliðsspælari, mást tú vilja meira enn tað. Í feløgunum, sum eg havi umboðað í Danmark, merki eg, at spælarnir altíð møta til venjing við ynski um at menna síni fótbóltsevnir, sigur 22 ára gamli miðverjin, sum hevur fingið álit frá venjaranum í Sundby Boldklub. Hann hevur givið Lív uppgávuna at stýra verjuni. 

Lív kundi spælt á hægri stigi

Felagið hjá henni er í næstbestu donsku deildini, men Lív kundi spælt á hægri stigi, um tað lá fyri. Í fjør var hon við til at spæla FC Nordsjælland upp í bestu deildina. Felagið ynskti, at hon helt fram, og onnur feløg í fremstu røð hava eisini ligið framvið eftir henni. Lív er læknalesandi, og hóast tað var torført at siga nei til at spæla fótbólt millum tær bestu í Danmark, so kom hon til ta niðurstøðu, at hon fekk ikki lesnað og fótbólt á hægsta stigi at hanga saman.

-Vit venja eisini nógv í næstbestu deildini, men tá tú spælir í bestu deildini, eru krøvini nógv fleiri. Umframt venjingarnar skuldu vit regluliga møta til videogreiningar av komandi mótstøðuliðnum, og eg mátti ásanna, at eg megnaði ikki alt hetta, samstundis sum eg skuldi røkja mína útbúgving. Eg má tó viðganga, at tað kennist beiskt, at eg í hesum umfarinum ikki sleppi at royna meg í bestu deildini, men vónandi kemur møguleikin aftur, sigur Lív.

Vónar at aðrar søkja møguleikan

Í kvøld møta Føroyar Wales, sum millum annað er kent fyri at spæla við høgari leikferð. Lív sigur, at tíðin í donskum fótbólti hevur hjálpt henni, tá hon skal umboða Føroyar ímóti sterkum tjóðum, tí hon hevur vant seg við, at hon skal hugsa skjótari og gera munandi skjótari av, tá hon sjálv hevur bóltin. Verjuspælarin sigur, at hon vónar, at fleiri spælarar fara at royna seg uttanlands, tí tað mennir fótbóltsevnini nógv, og tað hevði uttan iva komið landsliðnum tilgóðar eisini. Lív sigur tó, at tað er týdningarmikið, at man veruliga vil tað, tí tað er ikki altíð lætt at vera tann nýggi, útlendski spælarin í hópinum.

- Eg eri sjálv blivin ein væl betri spælari av at hava roynt meg uttan fyri Føroyar. Sálarliga hevur tað eisini styrkt meg nógv, tí tá eg kom til Sundby, var eg tann nýggi spælarin, sum bleiv partur av einum vælsamansjóðaðum hópi. Eingin spælari kom yvir og tók í hondina á mær, tá eg møtti til fyrstu venjingina. Eg kendi meg tí ikki serliga vælkomna. Tað var hart, men tað hevði samstundis við sær, at eg til hvørja einastu venjing og dyst mátti gera mítt allarbesta, so eg kundi vinna teirra virðing. Í dag eri eg ein natúrligur partur av hópinum í Sundby Boldklub, sigur Lív.

Lív Finnbogadóttir Arge Poulsen spælir í kvøld sín 27. landsdyst fyri Føroyar.

Mynd: (FC Nordsjælland) Ásla Johannesen og Lív F. Arge