Lív S. Poulsen fer at spæla við Ajax Keypmannahavn

Lív S. Poulsen sum av Koronaávum hevur spælt við StÍF seinastu mánaðarnar gleðir seg til avbjóðingarnar í danska høvuðsstaðnum

Lív S. Poulsen fer nú at royna seg í Ajax Keypmannahavn (Mynd: Herning Folkeblad)

Lív S. Poulsen fer nú at royna seg í Ajax Keypmannahavn (Mynd: Herning Folkeblad)

Longu 17 ára gomul fekk Lív S. Poulsen debut á besta liðnum hjá Herning-Ikast í bestu donsku hondbóltsdeildini.

Seinastu mánaðarnar hevur Lív S. Poulsen, ið hevur verið høgru vongur hjá Herning-Ikast spælt við StÍF í SMS-deildini orsaka av korona-ávum.

19 ára gamla Lív S. Poulsen fer nú at spæla við danska høvuðsstaðarfelagnum, Ajax Keypmannahavn.

Mathias Berg sum er stjóri fyri besta kvinnuliðið hjá Ajax, ið spælir í bestu donsku hondbóltsdeildini heldur, at Ajax kann fáa stóra gleði av at hava Lív S. Poulsen við í hópinum. Umframt at vera dugnaligur vongur er Lív S. Poulsen eisini dugnalig mitt fyri, og hon hevur dygdir í bæði verjupartinum og í álopspartinum, sigur Matthias Berg við heimasíðuna hjá Ajax.

Við heimasíðuna hjá Ajax sigur Lív S. Poulsen, at hon gleðir seg at koma til eitt umhvørvið, har tað verður vant og spælt á høgum støði. Hon gleðir seg til at fáa spælitíð og gera mun fyri Ajax á vøllinum. 

Lív S. Poulsen hevur verið við føroyska landsliðnum til HM-undanundankappingina í Hvítarusslandi, og skoraði hon eitt mál í 13-21 tapinum fyri Hvítarusslandi. 

 

 

 

Lív S. Poulsen fer nú at royna seg í Ajax Keypmannahavn (Mynd: Herning Folkeblad)