Liverpool er enskur meistari!

Fyri fyrstu ferð í 30 ár er Liverpool enskur meistari, eftir at Manchester City tapti í kvøld

Mynd: (BBC)

Mynd: (BBC)

Liverpool hevur í kvøld vunnið enska meistaraheitið fyri fyrstu ferð síðani 1990. Tað hendi eftir, at Manchester City í kvøld tapti á Stamford Bridge móti Chelsea. Liverpool er nú 23 stig fremst og bara 21 stig eru eftir at spæla um.

Manchester City skuldi vinna í kvøld, um Liverpool ikki skuldi blíva meistari. Christian Pulisic legði Chelsea á odda í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki javnaði Kevin De Bruyne við frálíkum frísparki.

Tað var framvegis ikki nokk fyri gestirnar úr Manchester og mótbrekka bleiv bara tyngri, tá Fernandinho bjargaði við hondini á málstrikuni. Reytt kort og brotsspark til Chelsea, sum Willian umsetti til mál.

Liverpool er nú enskur meistari fyri fyrstu ferð síðani 1990. Hetta er 19. meistaraheitið hjá Liverpool.

1Liverpool31282170:2186
2Man City31203877:3363
3Leicester31167859:2955
4Chelsea31166955:4154
5Man Utd311310848:3149
6Wolves311213644:3449
7Tottenham311291050:4145
8Sheffield Utd311111930:3144
9Arsenal311013843:4143
10Crystal Palace311191128:3642
11Burnley311261335:4542
12Everton311181238:4641
13Newcastle311091229:4239
14Southampton311141638:5437
15Brighton317121234:4133
16Watford316101528:4628
17West Ham31761835:5427
18Bournemouth31761829:5027
19Aston Villa31761836:5927
20Norwich31562025:5621

Mynd: (BBC)