Liverpool er úti av Champions League

Champions League: Ein málmansbrølari til einkisgjørdi eitt annars gott avrik fyri Liverpool

Paris Saint-Germain og Atletico Madrid eru víðari til fjórðingsfinalurnar eftir sigrar í dag. PSG vann 2-0 á Borussia Dortmund, meðan eitt hart kroyst Atletico Madrid lið fekk eina gávu á Anfield, eftir 120 harðar minuttir. 

Tað vóru ongir áskoðarar á Parc des Princes orsaka av coronasmittuni. Tað skuldi givið gestunum úr Týsklandi ein samlaðan fyrimun, eftir at hava vunnið fyrra dystin 2-1 á heimavølli. Tað vóru tó heimaliðið, sum spældi eins og leikvøllurin var fullur av ýlandi viðhaldsfólkunum á áskoðaraplássunum. Fyrst legði Neymar heimaliðið á odda og beint fyri hálvleik økti Juan Bernat til 2-0. Tað var nokk til at koma víðari.

Á Anfield var Liverpool omaná frá byrjan móti Atletico Madrid, sum vann fyrra dystin 1-0. Eftir fleiri málmøguleikar eydnaðist tað loksins Georginio Wijnaldum tveir minuttir fyri tíð, at stúta eitt innlegg í málið.

Í seinna hálvleiki hevði Liverpool fleiri málmøguleikar, men Jan Oblak, tvørstongin ella ein verjuspælari í vegin. Í yvirtíðini skoraði Atletico Madrid upp á ein deyðbólt, men tað var rangstøða. 

##med2##

Í longdu leiktíðini skoraði Roberto Firmino til 2-1 samanlagt við sínum fyrsta máli á Anfield í hesum kappingarárinum. Tað stóð bara við eina løtu, so skoraði innskifti Marcos Llorente, eftir at eykamálverjin hjá Liverpool, Adrian, klokkaði í tí í tveimum førum. Sami Marcos Llorente skoraði stutt seinni til 2-2 á degnum og 3-2 samanlagt. Í seinasta minuttinum skoraði innskifti Alvaro Morata til 3-2 á degnum og 4-2 samanlagt.

Champions League 1/8:

Liverpool (0) – (1) Atletico Madrid 1-0 (1-0)

1-0 Georginio Wijnaldum, 43

2-0 Roberto Firmino, 94

2-1 Marcos Llorente, 97

2-2 Marcos Llorente, 103

2-3 Alvaro Morata, 120

Atletico Madrid vinnur samanlagt 4-2

Paris Saint-Germain (1) – (2) Borussia Dortmund 2-0 (2-0)

1-0  Neymar, 28

2-0  Juan Bernat, 45

Paris Saint-Germain er víðari við samanlagdum 3-2 sigri