Liverpool heldur fram at vinna

Premier League: Liverpool enn oddalið eftir sigur á Newcastle í dag

Mynd: (Scanpix) Mohamed Salah hevur skorað til 3-1 fyri Liverpool móti Newcastle

Mynd: (Scanpix) Mohamed Salah hevur skorað til 3-1 fyri Liverpool móti Newcastle

Fyrsti dystur í 5. umfari í Premier League hevur verið í dag. Liverpool vann 3-1 á Newcastle, eftir at gestirnir úr norðuronglandi koma á odda longu aftaná sjey minuttir.

Tað var vinstri bakkurin, Jetro Willems, kom til skot við høgra beini og sendi bóltin í handara málhorn. Liverpool hevur nú latið mál inn í fýra av fimm teimum fyrstu dystunum í Premier League.

Tað tók eina løtu at koma fyri seg, men heimaliðið setti seg tung á dystin. Lønin kom eftir 28 minuttir, tá Andy Robertson spældi Sadio Mané leysan í brotsteignum. Skjóti vongurin sendi bóltin í handara síðunet til 1-1.

Stutt fyri hálvleik kundi Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, aftur anda lættari. Roberto Firmino kom á vøllin fyri skadda Divick Origi, og hann legði upp til 2-0 málið, sum Sadio Mané skoraði. Í seinna hálvleiki var bara eitt lið á vøllinum. Tað kom bara tað eina málið, sum Mohamed Salah skoraði eftir framúr upplegg frá Roberto Firmino.

Við sigirinum hevur Liverpool fult stigatal eftir fimm umfør. Seinni í dag og í morgin verða restina av dystnum í 5. umfari.

1Liverpool550015:415
2Manch.City431014:310
3Leicester42206:38
4Crystal Palace42113:27
5Arsenal42116:67
6Everton42114:47
7West Ham42116:77
8Manch.Utd41217:45
9Tottenham41217:65
10Sheffield Utd41215:55
11Chelsea41216:95
12Burnley41125:64
13Southampton41124:64
14Bournemouth41125:84
15Brighton41124:74
16Newcastle51134:84
17Wolves40314:53
18Aston Villa41034:63
19Norwich41036:103
20Watford40132:81

Mynd: (Scanpix) Mohamed Salah hevur skorað til 3-1 fyri Liverpool móti Newcastle