Liverpool hevur keypt nýggjan málverja

Málmanshurðin í Liverpool svingar í dag. Ein er seldur og ein er keyptur

Mynd: (Liverpoolfc.com) Adrian er nýggjur eykamálverji í Liverpool

Mynd: (Liverpoolfc.com) Adrian er nýggjur eykamálverji í Liverpool

Liverpool boðar í dag frá, at felagið hevur selt Simon Mignolet til belgiska Club Brugge, meðan spanski Adrian verður nýggjur eykamálverji í felagnum.

Belgiski Simon Mignolet hevur verið ein umstríddur málverji, síðan hann kom til felagið í 2013. Hann byrjaði við at spæla væl og vera ein partur av tiltikna kappingarárinum, tá Steven Gerrard gleið á veg til meistaraheitið, sum Manchester City fór avstað við.

Simon Mignolet kundi spæla nakrar góðar dystir, men hann bleiv eisini ímyndin av ótryggleika í verjuni saman við Loris Karius. Nú eru báðir seldir, meðan Allison Becker er maðurin millum stengurnar.

##med2## 

Liverpool hevur í dag eisini kunngjørt, at nýggjur eykamálverji verður spanski Adrian. Hann hevur seinastu árini spælt við West Ham, har hann hevur spælt yvir 150 dystir fyri felagið. Umframt Adrian hevur Liverpool bara keypt unga verjuspælaran, Sepp van den Berg.

Liverpool spælir fríggjakvøldið móti Norwich í fyrsta umfari í hesum kappingarárinum í Premier League.

Mynd: (Liverpoolfc.com) Adrian er nýggjur eykamálverji í Liverpool

Mynd: (Liverpoolfc.com) Simon Mignolet við Champions League steypinum