Liverpool hevur selt umstríddan verjuspælara

Premier League: Tveir spælarar eru farnir úr felagnum og tann triði er á veg – Klopp ætlar ikki at keypa stórt inn

Mynd: (scanpix) Dejan Lovren og Mohamed Salah við Premier League steypinum

Mynd: (scanpix) Dejan Lovren og Mohamed Salah við Premier League steypinum

Liverpool vann í ár enska meistaraheitið fyri fyrstu ferð í 30 ár. Tað er líkt til at bulurin verður tann sami komandi kappingarár, tí allir lyklaspælararnir hava langtíðarsáttmála, men tað er eisini líkt til at broytingar verða í hópinum.

Adam Lallana boðaði fyrr í kappingarárinum frá, at hann ikki heldur fram í felagnum nú sáttmálain gekk út. Hann hevur skift til Brighton, sum eisini spælir í Premier League komandi kappingarár. Í hansara stað kemur ungi lokali Curtis Jones, ið verður skumpaður longur fram í rekkjufylgjuni. Hann hevur fingið væl av spælitíð seinastu dystirnar.

Í gjár kunngjørdi felagið, at Dejan Lovren hevur skift til russiska Zenit. Serbiski miðverjin hevur verið umstríddur, tí hann kann vera svikaligur í verjupartinum, sjálvt um hann spælir avbera væl í 85 minuttir. Tað hevur verið minni og minni spælitíð, eftir at Joe Gomez hevur spælt seg upp sum makkari hjá Virgil van Dijk. Prísurin fyri Dejan Lovren er um 100 milliónir krónur. 

Tað er sannlíkt, at Xherdan Shaqiri verður seldur. Lágvaksni sveisarin byrjaði væl í felagnum, men seinasta árið hevur hann fyri tað mesta siti á bonkinum ella heilt uttanfyri hópin. Tað eru eisini gitingar um, at Divock Origi umhugsar at skifta fyri at fáa spælitíð. Belgiski áleyparin er væl lýddur í hópinum og hevur skorað nøkur týdningarmikil mál, men tað er bara blivið til eitt mál í 2020.

 ##med2##

Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, sigur tó at hann vil heldur hava ein lítlan hóp við dygd, enn at taka fleiri spælarar inn bara fyri at fylla hópin. Felagið hevur sett sítt álit á ungar spælarar sum Curtis Jones, Harvey Elliot og Neco Williams, ið allar hava fingið nýggjan sáttmála.

Hartil er japanski Takumi Minamino komin frá RedBull Salzburg í summar. Hann hevur ikki sligið til enn, men tað verður væntað meir av orkuríka áleyparanum. Eisini er ungi áleyparin, Rhian Brewster, útleigaður til Swansea, ið stríðist fyri at koma í Premier League. Hann hevur tikið stigið frá at verða ungur og lovandi, til at skjóta mál í næstbestu deildini.

Leysasøgurnar siga, at Liverpool hevur eyguni eftir tveimum spælarum. Tann eini er Thiago Alcântara, sum kann skifta frá Bayern Munchen fyri undirprís, tí sáttmálin við týska risan gongur út í komandi kappingarár.

##med3##

Síðani sigst at Liverpool leitar eftir einum miðverja, sum skal verða fjórða val. Tá er ofta talan um ein ungan, ella royndan spælara, sum finnur seg í at verða ein partur av einum hópi, har tað ikki verður nógv spælitíð. Virgil van Dijk, Joe Gomez og Joel Matip eru frammanundan í hópinum.

##med4##

Jurgen Klopp bleiv í gjár valdur til ársins venjara av venjarafelagnum í Onglandi. Liverpool vann meistaraheitið við 99 sitgum, sum er tað næstmesta nakrantíð.

Mynd: (scanpix) Dejan Lovren og Mohamed Salah við Premier League steypinum

Mynd: (Scanpix) Divock Origi er millum annað kendur fyri skora avgerandi málið í eini grannauppgerð móti Everton langt inni í yvirtíðini

Thiago Alcântara

Mynd: (LMA) Jurgen Klopp við heiðrinum fyri at verða kosin til ársins venjara í Premier League hetta kappingarárið