Liverpool leigar áleypara út

Premier League: Hóast hópurin er sperdur, so verður ungur áleypari útleigaður

Liverpool hevur í kvøld boðað frá, at felagið hevur leigað Rhian Brewster út til Swansea, sum spælir í næstbestu deildini.

19 ára gamli Rhian Brewster hevur fingið onkran einkultan dyst fyri besta liðið hjá Liverpool hetta kappingarárið, men hevur ringt við at fáa spælitíð í kapping við spælarar sum Mohamed Salah, Sadio Mané og Roberto Firmino.

##med2## 

Liverpool hevur eisini fingið tilgongd av japanska Takumi Minamino, sum saman við eitt nú Divock Origi kann dekka fremstu plássini.