Fleiri spælarar og fólk í toyminum kring hópin hjá Premier League felagnum, Aston Villa hava fingið staðfest Koronu seinastu dagarnar. Hetta staðfestir Aston Villa á heimasíðu sínari.
Tey sum hava fingið staðfest Koronu eru øll farin í sóttarhald, og Aston Villa hevur valt at steingja venjingarøkið. Aston Villa hevur ikki sett navn á hvørjir spælarar eru smittaðir av Koronu.
Venjingin hjá besta liðnum undan ætlaða FA-Cup dystinum móti Liverpool í kvøld var eisini avlýst.
Tað kom næstan hartil, at FA Cup dysturin bleiv avlýstur. Men hann verður kortini á Villa Park leikvøllinum í Birmingham klokkan 19.45 í kvøld.
Tað verður U23 liðið hjá Aston Villa sum møtir Liverpool, og av somu orsøk er Liverpool risa favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna seg víðari til 4. umfar í FA Cup kappingini. Lægstu oddsini uppá sigur til Aston Villa eru 11,00. Hægstu oddsini uppá sigur til Liverpool eru 1,12.
Danska sjónvarpsrásin 3+, ið sæst á Televarpinum vísir dystir í FA Cup kappingini.