Liverpool og City halda fram at vinna

Tað skuldi ein málmansdropp til hjá Liverpool, meðan City stríddist leingi

Átta dystir hava verið í 7. umfari í Premier League í dag. Liverpool og Manchester City halda fram við at vinna, meðan Tottenham fekk ein kærkomnan sigur, eftir nakrar rokaligar vikur.

Liverpool vann 1-0 á útivølli móti uppflytarunum úr Sheffield United. Tað skal eitt ordans málmansdropp til frá Dean Henderson, áðrenn Liveprool kom á odda. Hann er útleigaður frá Manchester United, hvørs miðalgamlu fjepparar munnu minnast droppið hjá italska Massimo Taibi á sinni. Hetta var líknandi. Heimaliðið trýsti, men Liverpool kundi eisini havt vunnið við fleiri.

##med2## 

Manchester City vann 3-1 á útivølli móti Everton. Gabriel Jesus legði gestirnir úr Manchester á odda, men Dominic Calvert-Lewin javnaði fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki trýstu gestirnir og gav úrslit tjúgu minuttir fyri tíð. Fyrst eitt beinleiðs fríspark frá Riyad Mahrez, og løtu seinni við skoti hjá Raheem Sterling.

Tottenham hevur havt tað torført í hesum kappingarárinum, men í dag vunnu teir 2-1 á heimavølli móti Southampton. Tað ljóðar ikki av nógvum, men heimaliðið spældi við einum í undirtali í ein tíma, eftir at Serge Aurier sítt seinna gula kort.

Liverpool hevur framvegis fult stigatal eftir sjey dystir, meðan Manchester City hevur 16 stig á øðrum.