Liverpool sá reytt – men heldur fram at vinna

Premier League: Manchester City setti aftur stig til, meðan Liverpool vann hóast útvísing

Liverpool vann í dag 2-1 á Brighton, meðan bæði Manchester City og Chelsea settu stig til. Liverpool er nú 11 stig frammanfyri Manchester City og Leicester, og 14 stig frammanfyri Chelsea.

Stóri miðverjin hjá Liverpool, Virgil van Dijk, skoraði bæði málini eftir deyðbóltar og upplegg frá Trent Alexander-Arnold. Liverpool spældi minni væl, men tóktist hava tamarhald á støðuni inntil Alisson Becker kom út úr málinum og brúkti hondina. Reytt kort.

Síðani skoraði Brighton eitt líknandi fríspark, sum HB gjørdi í steypafinaluni. Nýggi máverjin, Adrian, stillaði manngarðin, tá Lewis Dunk lættliga sendi bóltin í málið til 2-1. Seinastu løtuna stóð eitt sindur á Liverpool, men enn eina ferð megnaðu teir reyðu úr Liverpool at vinna.

Manchester City spældi tíðliga seinnapartin í Newcastle. Úrslitið bleiv 2-2, eftir at gestirnir úr Manchester vóru á odda tvær ferðir. Raheem Sterling og Kevin De Bruyne skoraðu málini fyri City, meðan Jetro Willems og fyrrverandi Liverpool-spælarin, Jonjo Shelvey skoraðu fyri Newcastle.

Chelsea tapti óvæntað á heimavølli móti West Ham, meðan José Mourinho og Tottenham halda fram við at vinna. Hesa ferð vann Tottenham 3-2 á heimavølli móti AFC Bournemouth. Southampton vann botndystin móti Watford í kvøld.

 

DVJTMálm
1Liverpool14131032:1240
2Manch.City1492339:1629
3Leicester1392231:829
4Chelsea1482428:2026
5Tottenham1455424:2120
6Wolves1347218:1619
7Sheffield Utd1346316:1218
8Burnley1453620:2018
9Arsenal1346318:1918
10Crystal Palace1453613:1818
11Manch.Utd1345419:1517
12Bournemouth1444618:2016
13West Ham1444617:2316
14Newcastle1444613:2216
15Brighton1443716:2115
16Aston Villa1342719:2014
17Everton1342713:2014
18Southampton1433815:3212
19Norwich1331913:2810
20Watford141589:288