Liverpool tapti í fyrstu royndini sum vinnari

Champions League: Liverpool tapti í Napoli, meðan FC Barcelona slapp við skrekkinum í Dortmund

Mynd: (Scanpix)

Mynd: (Scanpix)

Fyrra hálva av fyrsta umfar í bólkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. Stóra søgan er, at Liverpool tapti í Napoli. Liverpool, sum vann kappingina í farna kappingarári, hevur annars vunnið allar dystirnar í hesum kappingarárinum.

Í bólki F slapp FC Barcelona við skrekkinum í Dortmund. Heimaliðið hevði fleiri møguleikar. Tann størsta fekk Marco Reus upp á brotsspark, men málverjin bjargaði. Tað broytti einki, at Lionel Messi kom á vøllin fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum. Inter Milan spældi óvæntað javnleik 1-1 móti Slavia Prag í Milano.

Bólkur E:

Napoli – Liverpool 0-2

RB Salzburg – Genk 6-2 

Bólkur F:

Inter Milan – Slavia Prag 1-1

Dortmund – FC Barcelona 0-0 

Bólkur G:

Lyon – Zenit 1-1

Benfica – RB Leipzig 1-2 

Bólkur H:

Ajax – Lille 3-0

Chelsea – Valencia 0-1

Mynd: (Scanpix)