Liverpool tapti í Madrid

Atlético Madrid fekk betra útgangsstøði í áttandapartsfinalunum í Champions League

Mohammed Salah og Liverpool høvdu tað trupult av Felipe og Atlético Madrid-verjuni (Ritzau Scanpix)

Mohammed Salah og Liverpool høvdu tað trupult av Felipe og Atlético Madrid-verjuni (Ritzau Scanpix)

Champions League 1/8-finalur:

Atlético Madrid - Liverpool 1-0

1-0 Saul Niguez - 4 min

Atlético Madrid bjóðaðu á heimavølli í kvøld ráðandi meistarunum í Champions League, Liverpool, av í fyrsta dystinum í áttandapartsfinalunum.

Atlético Madrid hevur ongantíð tapt á heimavølli í avgerandi dystunum í kappingini við Diego Simeone sum venjara, og longu eftir einar tríggjar minuttir, var heimaliðið á odda.

Eftir hornaspark endaði bólturin eitt sindur tilvildarliga hjá Saul Niguez, sum var kvikur at taka av, og setti bóltin trygt í netið.

Atlético so líkt, so var bólturin latin Liverpool í longum løtum, meðan heimaliðið lúrdi eftir skjótum mótálopum.

Tað gjørdist ikki so vandamikið fyri Atlético í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki eydnaðist tað Liverpool betri at koma til møguleikar, har serliga Mohammed Salah var nær við stutt eftir steðgin, men tað eydnaðist ikki at fáa mál í Madrid hetta kvøldið.

Í hinum endanum kundi Alvaro Morata økt til 2-0, men úr nærum fríari støðu við brotssparksblettin rakti spanski áleyparin fram við bóltinum.

Liverpool hevði ein risa møguleika, har Jordan Henderson fluktaði bóltin, men hann fór beint fram við.

Nærri kom hvørgan liðið, og so endaði tað við 1-0 til Atlético Madrid.

Liðini bæði hittast aftur í Liverpool um tríggjar vikur.

 

 

Mohammed Salah og Liverpool høvdu tað trupult av Felipe og Atlético Madrid-verjuni (Ritzau Scanpix)