Liverpool: Tríggir út og Timo Werner inn

Premier League: Leysasøgurnar siga at Liverpool ætlar at selja tríggjar spælarar, fyri at fáa Timo Werner

Mynd: (Scanpix) Timo Werner

Mynd: (Scanpix) Timo Werner

Feløgini í Premier League eru farin at venja aftur og væntandi verður byrjað at spæla um miðjan juni. Við hesum koma eisini leysasøgurnar um spælaraskifti og annað til í summar.

The Athletic skrivar, at Liverpool í løtuni arbeiðir upp á eina ætlan, har felagið skal selja tríggjar spælarar, fyri at keypa Timo Werner frá RB Leipzig. Talan skal verða um Xherdan Shaqiri, Harry Wilson og Marko Grujic. Harry Wilson er í løtuni útleigaður til AFC Bournemouth, meðan Marko Grujic er útleigaður til Herta Berlin.

The Athletic skrivar, at Liverpool er til reiðar at bjóða góðar 375 milliónir kórnur fyri toppskjúttan hjá RB Leipzig. Hann verður mettur sum ein spælari, ið kann avloysa á øllum trimum plássunum í fremstu rekkju.

Í løtuni verður arbeitt ímót at byrjar aftur í Premier League 12. juni. Síðani skulu 92 dystir spælast í einum tíðarskeiði upp á sjey vikur. Kappingin verður avgreidd uttan áskoðarar, men fleiri miðlar skriva at arbeitt verður við at gera sjónvarpsavtalur, so øll kunnu síggja dystirnar. Eitt nú at tey, sum hava keypt atgongumerki, sleppa at síggja dystirnar ókeypis í sjónvarpinum.

Tað eru níggju umfør eftir av Premier League. Tó hava Manchester City, Sheffield United, Arsenal og Aston Villa tíggju dystir eftir.

1Liverpool29271166:2182
2Man City28183768:3157
3Leicester29165858:2853
4Chelsea29146951:3948
5Man Utd29129844:3045
6Wolves291013641:3443
7Sheffield Utd281110730:2543
8Tottenham291181047:4041
9Arsenal28913640:3640
10Burnley291161234:4039
11Crystal Palace291091026:3239
12Everton291071237:4637
13Newcastle29981225:4135
14Southampton291041535:5234
15Brighton296111232:4029
16West Ham29761635:5027
17Watford29691427:4427
18Bournemouth29761629:4727
19Aston Villa28741734:5625
20Norwich29561825:5221

Mynd: (Scanpix) Timo Werner