Liverpool: Tveir dystir upp á tveir dagar

Liverpool skal spæla tveir dystir upp á tveir dagar á tveimum ymiskum heimspørtum

Tað er nú greitt, at Liverpool skal spæla tveir dystir upp á tveir dagar í desember. Tað er støðan, eftir at Liverpool er komið í fjórðingsfinaluna í Liga Cup, og skal spæla hálvfinalu í FIFA World Club Cup, sum er HM-kappingin fyri lið.

Tað vil siga, at Liverpool 17. desember skal á útivølli móti Aston Villa í Liga Cup, og 18. desember skal Livepool spæla hálvfinalu í World Club Cup í Katar. Upprunaliga hótta Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, við at taka felagið úr Liga Cup kappingini, sum í løtuni eitur Carabao Cup. 

- Allar aðrar loysnir skaptu bara fleiri avbjóðingar, so tí hava vit tikið av hesum. Vit vilja ikki avskriva eina enska steypakapping og tú sleppur bara at spæla FIFA World Club Cup um tú vinnur Champions League. Tað hendir ikki so oftani, tí vilja vit bæði, sigur Jurgen Klopp, ið ikki hevur nógv til yvirs fyri fyrireikarunum av teimum ymisku kappingunum.

 ##med2##

Tað hevur verið arbeitt við fleiri møguleikum, men nú hevur Liverpool tikið av hesum møguleikanum og boðað frá, at Liverpool fer at spæla við tveimum ymiskum liðnum til hesar báðar dystirnar. Um Jurgen Klopp klárar at verða til báðar dystirnar er ikki greitt enn.

Liverpool 2-1 Genk | Jurgen Klopp Press Conference