Liverpool vann á Manchester United

Premier League: Virgil van Dijk og Mohamed Salah skoraðu málini

Mynd: (Scanpix) Mohamed Salah tveitti troyggjuna í sigursrúsi, tá hann hevði skorað til 2-0

Mynd: (Scanpix) Mohamed Salah tveitti troyggjuna í sigursrúsi, tá hann hevði skorað til 2-0

Liverpool vann í dag 2-0 á Manchester United á Anfield. Virgil van Dijk og Mohamed Salah skoraðu málin. Liverpool er nú 16 stig frammanfyri Manchester City og 19 stig frammanfyr Leicester City, sum bæði settu stig til um vikuskiftið. Hartil hevur Liverpool spælt ein dyst færri!

Liverpool kom á odda longu aftaná eitt korter, tá Virgil van Dijk stútaði eitt hornasparksinnlegg frá Trent Alexander-Arnoldí málið. Liverpool fekk bóltin í málið tvær ferðir afturat í fyrra hálvleiki, men bæði málini blivu kolldømd eftir hjálp frá VAR. Tað fyrra fyri fríspark og tað seinna fyri rangstøðu.

##med2## 

Heimaliðið legði nógv fyri fyrstu minuttirnar av seinna hálvleiki, og hevði einar tríggjar stórar málmøguleikar, men David Ge Gea, stongin og vantandi neyvleiki gjørdi at Manchester United helt lív í dystinum.

Seinni kundi Anthony Martial havt skorað eftir frálíkt bandaspæl, men skotið fór omanfyri. Langt inni í yvirtíðini skoraði Mohamed Salah til 2-0, eftir at gestirnir høvdu sent alt fólkið fram til eitt hornaspark.

Tað var málverjin hjá Liverpool, Alisson Becker, ið gúppaði bóltin fram til Mohamed Salah og átti sostatt uppleggið. Tað stóð nakað á hjá Liverpool seinasta korterið, men nú er Liverpool so langt fremst, at sjálvt áskoðararnir syngja um at vinna Premier League – sjálvt um tað ikki hevur eydnast í 30 ár.

Fyrr í dag tapti Leicester City heldur óvæntað fyri Burnley, sum vann 2-1. Sostatt hava báðir teir nærmastu avbjóðarnir hjá Liverpool sett stig til í hesum umfarinum. 

Premier League 23.umfar:

Watford – Tottenham 0-0

Arsenal – Sheffield United 1-1

Brighton – Aston Villa 1-1

Manchester City – Crystal Palace 2-2

Norwich - AFC Bournemouth 1-0

Southampton – Wolverhampton 2-3

West Ham – Everton 1-1

Newcastle – Chelsea 1-0

Burnley – Leicester City 2-1

Liverpool – Manchester United 2-0

1Liverpool22211052:1464
2Man City23153564:2748
3Leicester23143648:2345
4Chelsea23123839:3039
5Man Utd2397736:2734
6Wolves23810534:3034
7Sheffield Utd2389625:2233
8Tottenham2387836:3131
9Crystal Palace2379722:2630
10Arsenal23611630:3229
11Everton23851026:3329
12Newcastle23851022:3429
13Southampton23841129:4228
14Burnley23831226:3827
15Brighton23671026:3125
16West Ham22651126:3423
17Watford23581020:3423
18Aston Villa23641329:4422
19Bournemouth23551320:3620
20Norwich23451423:4517

Mynd: (Scanpix) Mohamed Salah tveitti troyggjuna í sigursrúsi, tá hann hevði skorað til 2-0

Mynd: (Scanpix) Virgil van Dijk og Roberto Firmino (í bakgrundini) fegnast um 1-0 málið í fyrra hálvleiki