Liverpool vil hava Kai Havertz

Bayern Munchen , United og Barcelona vilja eisini hava nýggja stjørnuskotið

Kai Havertz er nýggja stjørnuskotið í týskum fótbólti. 20 ára gamli miðvallarin spælir við Bayer Leverkusen, men bretskir miðlar skriva at Liverpool er í holt við at keypa unga týskaran.

Prísurin fyri Kai Havertz sigst liggja um 900 milliónir krónur og tað er kapping frá Bayern Munchen, Manchester United og FC Barcelona. Liverpool hevur ikki brúkt nógvar pengar upp á spælaraflytingar seinasta hálva annað árið, men tað er eitt sindur ivasamt um Liverpool er til reiðar at brúka so nógvar pengar upp á ein spælara.

##med2## 

Talan er um eitt skiftið, sum í fyrsta lagi kemur upp í lag í summar. Liverpool hevur í vetur keypt Takumi Minamino, men mett verður at Adam Lallana, Xherdan Shaqiri og møguliga Divock Origi eru á veg úr felagnum í summar.

Kai Havertz er 20 ára gamal og hevur longu spælt sjey landsdystir fyri Týskland.

Kai Havertz - What Makes Germany's Wonderkid So Good?