Livir eitt spennandi lestrarlív sum College-flogbóltsspælari (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við Evu Winther Nagata, ið spælir College-flogbólt í kanadiska stórbýnum, Vancouver

Evnaríki flogbóltsspælarin úr Hoyvík, Eva Winther Nagata spælir college-flogbólt í Vancouver í Kanada

Evnaríki flogbóltsspælarin úr Hoyvík, Eva Winther Nagata spælir college-flogbólt í Vancouver í Kanada

##med2##

Evnaríki flogbóltsspælarin úr Hoyvík, Eva Winther Nagata livir út dreymin í kanadiska stórbýnum, Vancouver.

Eva er college-flogbóltsspælari á Capilano University í Vancouver, har hon spælir í einari sterkari flogbóltsdeild, har vinnarin sleppur til College-endaspælið sum í ár verður í landslutinum, Quebec.

Umframt lesturin fer nógv tíð hjá Evu til góðar og væl skipaðar venjingar, umframt styrkisvenjingar. Eva vónar av hjarta, at hon og liðfelagarnir á liðnum hjá Capilano University kunnu vinna seg til College-endaspælið í Quebec, men talan er um eina sera harða og javna flogbóltsdeild.

Seinnapartin ringdi Óli G. Samuelsen, flogbóltsreportari hjá FM1 til Evu Winther Nagata. Í Vancouver var morgun, og Eva gjørdi klárt at fara í skúla.

Eva staðfestir, at Vancouver er ein ótrúliga vakur og spennandi býur, og tað samantvinnað við flogbóltsavbjóðingunum og lestrinum ger, at hon hevur eitt spennandi og mennandi uppihald í Kanada.

College-endaspælið í Quebec verður avgreitt í mars.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Óli G. Samuelsen hevði við Evu Winther Nagata í Flogbóltspanelinum á FM1 fyrr í dag. 

Evnaríki flogbóltsspælarin úr Hoyvík, Eva Winther Nagata spælir college-flogbólt í Vancouver í Kanada

(Samrøða við Evu Winther Nagata, college-flogbóltsspælara í Vancouver í Kanada)