Løgmaður: Ítrótturin er týdningarmikil og situr av avgerðini

Tað hevur vakt ans, at fótbólturin rullar um vikuskiftið, meðan eitt nú hondbóltur er endaður

Tað hevur vakt ans, at fótbólturin rullar um vikuskiftið, meðan eitt nú hondbóltur er endaður. Tað hevur fingið Beinta Løwe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, at seta løgmanni nakrar spurningar um ítróttin.

Beinta Løwe spurdi millum annað eisini um hvat løgmaður heldur um, at ítróttargreinar byrja aftur, hóast heilsumyndugleikar mæla frá hesum, um ítróttargreinar ikki megna at lúka tilmælini um eitt nú frástøðu og annað

- Tað er hvørt einstakt ítróttasamband, sum ger av, um ítróttarkappingar byrja aftur. Tað sigur løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, í svari til Beintu Løwe tingkvinnu fyri Tjóðveldi og leggur afturat:

- Ítrótturin hevur sera stóran týdning fyri heilsuna hjá fólki, og ítróttur er ein savnandi megi í samfelagnum. Ítróttur er eisini miðvís venjing og kapping, og tað er týdningarmikið ikki at forða hesum meir enn hægst neyðugt, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Treytin fyri at byrja aftur er, at tað sker í tøttum samstarvi við koronaráðgevingini.

- Sersambondini kunnu gera av, um tey annaðhvørt vilja byrja aftur ella ikki. Velja tey at byrja aftur, má tað vera í tøttum samstarvi við Coronaráðgevingina fyri at tryggja ein so góðan framferðarhátt, sum til ber í mun til smittuvandan, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Landskappingin í fótbólti byrjar í leygardagin, meðan hondbólturin og flogbólturin hava endað síni kappingarár. Kappróðurin skal fundast um vikuskiftið, um hvussu verður við kappróðarárinum.