Luis Enrique gevst sum spanskur landsliðsvenjari

Robert Moreno verður nú høvuðsvenjari hjá spanska landsliðnum

Luis Enrique kemur ikki at standa á odda fyri spanska liðnum, ið skal spæla móti Føroyum á heimavølli 8. september

Luis Enrique kemur ikki at standa á odda fyri spanska liðnum, ið skal spæla móti Føroyum á heimavølli 8. september

Spanska fótbóltssambandið boðaði í dag frá, at Luis Enrique gevst í starvinum sum spanskur landsliðsvenjari. Kendi og legendariski venjarin og spælarin var tíverri ikki við á ferðini til Føroya fyri stuttum, og nú er hann givin heilt í starvinum.

Luis Enrique sigur, at tað eru persónligar orsøkir, ið gera, at hann gevst í starvinum sum spanskur landsliðsvenjari.

Robert Moreno, ið var virkandi landsliðsvenjari tá Spania vann 4-1 á Føroyum á Tórsvølli, fríggjakvøldið 7. juni verður nú landsliðsvenjari hjá Spania.

Føroyar møta Spania á útivølli sunnudagin 8. september klokkan 14. Tá eydnast tað vónandi aftur at skora móti Spania eins og vit hava gjørt í teimum trimum undanfarnu dystunum vit hava spælt móti spanska fótbóltsrisanum í undankappingum. 

Robert Moreno segði á tíðindafundi í dag, at hann hevur fingið eitt dreymastarv, men hann undirstrikar, at hann hevði ynskt at fingið starvið á ein annan hátt. 

 

 

Luis Enrique kemur ikki at standa á odda fyri spanska liðnum, ið skal spæla móti Føroyum á heimavølli 8. september