Lukaku leggur eftir Manchester United

- Tað er altíð eg, Paul Pogba ella Alexis Sanchez, sum fáa skyldina, sigur Lukaku

Romelu Lukaku, sum fyri kortum skifti frá Manchester United til Inter Milan, heldur lítið um gamla arbeiðsgevaran. Hann hevur í samrøðu við LightHarted Podcast sagt, at felagið leitar eftir syndabukkum fyri vánaligu avrikini. 

- Tað er altíð eg, Paul Pogba ella Alexis Sanchez, sum fáa skyldina. Tað er altíð vit tríggir, sigur Romelu Lukaku, sum undrast á hví avrikini hjá honum framvegis eru góð á belgiska landsliðnum.

- Tað sum undrar meg er, at meðan alt gongur av hundan og til við liðnum, so gongur tað væl hjá mær á landsliðnum. Tá er okkurt galið. Er tað mær tað er galið við, spyr Romelu Lukaku.

Í samrøðuni viðgongur Romelu Lukaku, at hann ikki spældi upp til sítt besta, men leggur dent á, at tað vóru fleiri spælarar, sum ikki gjørdu tað. Inter Milan keypti Romelu Lukaku fyri áleið 590 milliónir krónur.

##med2##

Romelu Lukaku Discusses His Journey - LightHarted Podcast With Josh Hart