Lukaku seldur – Mario sum avloysari

Manchester United stríðist við at keypa og selja á seinasta degnum

Flytingarvindeygað letur í dag klokkan 17. Eitt av feløgunum, sum er nógv úti um seg í dag, er Manchester United. Í gjár kom fram, at Manchester United hevur givið Romelu Lukaku 3,2 milliónir krónur í bót, tí hann ikki møtti til venjing tveir dagar upp í slag.

Í nátt lendi belgiski áleyparin í Milano, har hann væntandi skiftir til Inter Milan. Prísurin sigst liggja um 590 milliónir krónur. Bretskir miðlar skriva í dag, at avloysarin eitur Mario Mandzukic. 33 ára gamli kroatin spælir við Juventus.

##med2## 

Eisini verður Iñaki Williams nevndur sum ein møguligur avloysari. Áleyparin hjá Athletic Bilbao verður tó ein dýrur harri, um hann skal keypast áðrenn klokkan 17 í dag. Tað kostar 655 milliónir krónur at keypa spanska áleyparan leysan úr baskaralandinum.

Manchester United hevur longu keypt Aaron Wan-Bissaka (Crystal Palace), Daniel James (Swansea) og Harry Maguire (Leicester City). Liðið hevur verið sett í samband við Paulo Dybala, men samráðingarnar komu ongantíð á mál.

 ##med3##

Hartil hevur nógv verið skrivað um, at Real Madrid vil hava Paul Pogba. Tað skiftið sær ikki út til at blíva til nakað, tí Manchester United hevur bara til klokkan 17 at keypa ein avloysara. Her hevur Christian Eriksen verið nevndur, men Tottenham vil ikki selja til ein kappingarneyta.

Flytingarvindeygað í Premier League letur aftur í dag, men tað letur ikki aftur í restini av Evropa fyrr enn seinni í mánaðinum.

Mynd: (Scanpix) Mario Mandzukic verður settur í samband við Manchester United