Lukas og liðfelagarnir vunnu 3,4 milliónir

Astralis hava vunnið enn eina stóra kapping í Counter Strike

Lukas Egholm er uttast til høgru

Lukas Egholm er uttast til høgru

Mánakvøldið vunnu donsku stjørnurnar úr Astralis fyri triðju ferð sokallaðu major-kappingina í teldispælinum, Counter-Strike. 

Vinningurin hevði við sær 3,4 milliónir, sum teir fimm liðfelagarnir úr Astralis skulu býta millum sín.

Hálvføroyski Lukas Egholm er ein av spælarunum í Astralis, sum hevur tikið e-sportheimin á bóli seinastu trý árini.

Tað gongur væl hjá føroyingum í e-sporti í løtuni. Fyri tveimum vikum síðani vann føroyski Johan Sundstein heimsmeistaraheitið í Dota2, har vinningurin var heili 104,4 milliónir krónur.

2. november verður stórt e-sportstiltak í Royal Arena høllini í Keypmannahavn. Kappingin eitur BLAST Pro Series, og tá skulu Lukas Egholm og restin av Astralis aftur í eldin.

Lukas Egholm er uttast til høgru