Luksemborg-Føroyar 3-2: Hæddarpunkt og samrøða við Sofíu Purkhús (FM1)

(FM1) Hoyr Óla G. Samuelsen siga frá avgerandi bóltunum í fimmsettaranum móti Luksemborg, og hoyr Sofíu Purkhús Splidt lýsa dystin

Sofía Purkhús Splidt spældi ein góðan dyst í 2-3 hálvfinalutapinum móti Luksemborg (Mynd: CEV - evropeiska flogbóltssamgongan)

Sofía Purkhús Splidt spældi ein góðan dyst í 2-3 hálvfinalutapinum móti Luksemborg (Mynd: CEV - evropeiska flogbóltssamgongan)

##med2##

Føroyar taptu spennandi hálvfinaluna móti vertstjóðini í smálandakappingini í kvinnuflogbólti, Luksemborg. Men sigast skal, at Føroyar fullu við æru. Luksemborg vann tvey tey fyrstu settini 25-21 og 25-23, men føroysku kvinnurnar komu sterkt aftur og vunnu triðja sett 25-19 og fjórða sett 25-23. Tíverri var orkan uppi í fimta settið, ið Luksemborg vann greitt 15-7

Føroyar skulu nú spæla bronsudyst móti Norðurírlandi. Dysturin byrjar klokkan 13 í morgin. 

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá bronsudystinum á FM1. Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7. Sendingin byrjar klokkan 12.50.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum. Jan Hentze var viðmerkjari.

2) Hoyr Jan Hentze taka samanum eitt leikliga gott føroyskt avrik, ið tíverri ikki rakk inn í fimta sett.

3) Hoyr samrøðu við Sofíu Purkhús, ið sambært hagtalssavnaranum, Andreas Reinert Zachhau hevði 19 "kills", har hon hamraði bóltin í gólvið hjá Luksemborg. Sofía heldur, at dysturin móti Luksemborg var tann besti dysturin hjá føroyska liðnum higartil í kappingini.

4) Hoyr Andreas Reinert Zachhau koma við nøkrum hagtalsligum útgreiningum. 

Sofía Purkhús Splidt spældi ein góðan dyst í 2-3 hálvfinalutapinum móti Luksemborg (Mynd: CEV - evropeiska flogbóltssamgongan)

(Hoyr Óla G. Samuelsen siga frá avgerandi bóltunum í fimmsettaranum móti Luksemborg. Hoyr Jan Hentze taka samanum dystin, og hoyr samrøður við Sofíu Purkhús Splidt og hagtalssavnaran, Andreas Reinert Zachhau)