Madrilenskur meistaraklassi og City í evstu løtu

Champions League: Real Madrid var ein klassa betri enn Liverpool, og Manchester City vann sum væntað, men tað var akkurát

Mynd: (Scanpix)

Mynd: (Scanpix)

Tvær fyrru fjóðringsfinalur í Champions League hava verið í kvøld. Real Madrid vann greiðan 3-1 sigur á Liverpool, meðan Man 

Real Madrid – Liverpool 3-1 (2-0)

1-0  Vinicius Junior, 27

2-0  Marco Asensio, 36

2-1 Mohamed Salah, 51

3-0  Vinicius Junior, 65

Real Madrid var betri frá byrjan á Alfredo Di Stefano leikvøllinum í Madrid. Royndi miðvøllurin við Casemiro, Toni Kroos og Luka Modric hevði tamarhald á øllum dystinum, meðan gestirnir úr Onglandi sjáldan vísti sama tekniska støði.

Brasilska stórtalentið, Vinicius Junior, legði heimaliðið uppiborið á odda eftir 27 minuttir, og løtu seinni økti Marco Asensio eftir stóra verjuvillu av Trent Alexander-Arnold. Okkurt hevur Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, sagt í hálvleikinum, tí gestirnir svaraðu aftur í seinna hálvleiki við máli frá Mohamed Salah.

Eina løtu sá tað út til, at Liverpool hevði takið á dystinum, men tað er ikki uttan orsøk, at Real Madrid hevur vunnið hesa kappingina 13 ferðir. Heimaliðið fekk aftur fatur á dystinum og hesa ferð var tað málverjin, Alisson Becker, sum ikki megnaði sína uppgávu, tá Vinicius Junior økti til 3-1.

Real Madrid hevði sigurin uppibornan og vísti spæla á høgum tekniskum stigi. Meðan gestirnir sjáldan megnaðu at spæla flótandi, so vísti heimaliðið hvussu tað skuldi gerast. Real Madrid kundi tað sama vunnið við einum ella tveimum afturat. Tað er nokk tað einasta, sum Liverpool kann gleðast um í dag. 

##med2##

Manchester City – Borussia Dortmund 2-1 (1-0)

1-0  Kevin De Bruyne, 19

1-1  Marco Reus, 84

2-1 Phil Foden, 90 

Manchester City er stórfavorittur at vinna Champions League, men í kvøld skuldi eitt mál til í evstu løtu, fyri at vinna á Borussia Dortmund. Kevin De Bruyne legði heimaliðið á odda eftir 19 minuttum. Løtu seinni kendu týsku gestirnir seg fyri órøttum, tá Borussia Dortmund lættliga kundi havt javnað, um dómarin ikki bríkslaði fyri frísparki, sum er ilt at fáa eyga á.

##med3##

Seks minuttir fyri tíð javnaði Marco Reus fyri Borussia Dortmund, men tað var ikki nokk at vinna dystin. Í seinasta minuttinum skoraði Phil Foden til 2-1, sum tryggjar Manchester City eitt gott útgangsstøði undan returdystinum.

Mynd: (Scanpix)

Mynd: (Scanpix)

Mynd: (Scanpix)